icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tilfeingisgjøld

Oliver Joensen

Nú so nógv verður tosað um at fiskurin í havinum er ogn Føroya Fólks. At tað líkist ongum sum landskassin slongir um seg við loyvum til Per og Pól, vinir og kenningar.

 
 
 
 
 
 
Nú so nógv verður tosað um at fiskurin í havinum er ogn Føroya Fólks. At tað líkist ongum sum landskassin slongir um seg við loyvum til Per og Pól, vinir og kenningar. Tilfeingi sum landi brúkar nógvar pengar uppá at samráða seg til o.s.fr.
 
Er ikki neyðugt her at steðga á og hugsað eitt lítið sindur, um hví ið landi hevur tann frammíhjárætt yvirhøvur at hava nakað samráðast við eitt nú norðmenn og russar um.
 
Uttan at kenna søguna nóg væl, so rokni eg við, at eigarnir av Vesturvón, tá fyrst í 70unum vóru illa á holdi komnir fíggjarliga. Hetta av sínum knossi og baksi sum tað er, og áltíð hevur verið, at hava við skip at gera. Tað varð nokk tí at kommunan har vesturi kom uppí virksemi teirra tá.
Tað varð um sama mundi at Stellurnar vóru seldar av landinum, neyvan tí at hetta varð nakað gullnám. Magnus Heinason kom og fór. Nónhamar kom og fór.
 
Í tíðini tá eg arbeiddi hjá Kjølbro, plagdi Thulesen at tosað um, hvussu tað líka so væl kundi verið at kjølbrobátarnir (Skálaberg, Sundaberg og Sjúrðaraberg/Enniberg) vóru  umbygdir ella bygdir sum rækjuskip, tí at hetta varð tað sum loysti seg best tá.
 
Eftir hesum omanfyri at døma, eru tað bert tvær avgerðir fyrst í 70unum sum eru orðsøk til at vit hava nøkur rættindi í Barentshavinum í dag. Avgerðin hjá monnunum aftanfyri Vesturvón, saman við kummununi har vesturi, um at halda fram uppi í Barentshavinum. Og so avgerðin í nevndini í Kjølbro um at halda fram við toskafiskiskapi, heldur enn at leggja um til rækjur.
 
Tað eru hesi reiðaríðini, saman við tí hjá Ennibergi, sum við treiskni og áhaldni hava vunnu og røkt okkum teyð rættindi sum vit eiga í Barentshavinum. Fyri tær útreiðslur sum landskassin hevur havt av viðlíkahaldi av hesum tilfeingið, er goldið fyri í ríkiligt mát ígjøgnum skattir og avgjøld frá hesum feløgum.
 
 Frímund Hansen