Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tilgongdin á portalinum farin í gongd

Jákup Ósá

Niklái Nysted sigur, at Portalurin í løtuni er í einari tilgongd, sum er farin í gongd og sum fer at mennast.

Niklái Nysted sigur, at Portalurin í løtuni er í einari tilgongd, sum er farin í gongd og sum fer at mennast.

Seinastu dagarnar hava vit sæð eina útskifting á manningarsíðuni á Portalinum. Nýggj fólk skriva greinarnar og sambært einum av eigarunum í Knassar, so er hetta ein tilgongd, sum nú er farin í gongd.

– Hetta er ein tilgongd, sum nú er farin í gongd. Endaliga loysnin er ikki komin enn, men vit arbeiða við málinum og fleiri fundir verða í vikuni. Men ætlanin er at hava nógv fólk, ið koma at skriva fyri portalin. Portalurin kemur framyvir at vera ein miðil fyri seg og vit í Knassar koma ikki at stýra miðlapartinum. Okkara partur verður tann tekniski. Við tíðini skulu vit hava eina nýggja heimasíðu eisini, men hetta tekur tíð, sigur Niklái Nysted við Norðlýsið.

Harleywoodpaint