Í dag fyllir KÍ 100 ár og sjálvandi fer dagurin ikki framvið uttan hóvastak. Í KÍ-hølunum eru tey um at vera klár at taka ímóti.
Fløggini eru komin upp og nógv stákan og virksemið er í norðara enda á KÍ-høllini. Ídag kl. 16 verður almenn móttøka og roknað verður við nógvum fólki. Vit undirstrika at móttøkan hjá KÍ er fyri øll og tí verður roknað við at fólk rundanum felagið í øllum aldri fara at nýta høvið at heiðrað felagnum.
Seinnapartin verður so eisini Sp/f KÍ stovnað. Hvat hesin spírin til nýggja leið hjá 100 ára føðingardagsbarninum fer at føra til er ilt at spáa um, men í hvussu so er fer nýstovnaða felagið at hava sama føðingardag sum flaggskipið í ítrótti í norðoyggjum hevur.




