Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tillukku við steypinum Stjørnan

Oliver Joensen

Við einum 25-23 sigri á Tjaldur í steypafinaluni hevur Stjørnan triðja árið á rað vunnið steypakappingina, og harvið tryggjað sær steypið til ognar.

Tjaldur var væl við meginpartin av dystinum, men tá Stjørnan um miðjan seinna hálvleik fekk eina leiðslu uppá fýra mál, megnaði Tjaldur ikki rættiliga at svara aftur, hóast tær minkaðu um munin til eitt mál. Men teir meira royndu stjørnuleikarnir hildu høvdið kalt seinastu løtuna, og koyrdu sigurin heim. Tjaldur skal hava rós fyri, at tær vóru við til, at vit fingu eina góða og undirhaldandi steypafinalu.
Enn einaferð hjartaliga tillukku Stjørnan. Tit eru óførar.