Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tilmæli hjá Havstovuni til fiskidagaskipana 2017/2018

Absalon í Buð

So vóru vit loksins kunnug við ”gullkornini” frá ”Rossatrøðni”. Hvussu vit skipa fiskidagaskipanina

So vóru vit loksins kunnug við ”gullkornini” frá ”Rossatrøðni”. Hvussu vit skipa fiskidagaskipanina 2017/18

Vita flest øll, at tá skipanin var gjørd 1996, var stór semja millum allar partar, at hetta var tann leistur, vit skuldu nýta og helst betra, fyri framtíðina. Men tíverri, skjótt merktist, at nakrir partar av semjuni, vildu ikki verða við. Fóru so við og við, at mótarbeiða skipani.

Hugleiddi ofta við Kjartan Hoydal sála, um hví so mundi vera?Hann segði, at hann ongastaðni hevði funnið nøkur argument, frá hesum pørtum,íð vístu , – at teir ikki kundu verða við. Og útbyggja hesa skipan. So hon verunliga tænti øllum pørtum.

Taka vit so hetta síðsta tilmæli. So síggja vit, at illviljin móti skipani er so stórur. At ráðgevarnir heilthava mist ”jørðforbindilsi”.

Sjálvt um umstøðurnar hava verið vánaligar seinastu nógvu árini. So hava bátar í øllum bólkumroynt at hingið í, og fingið tað so nøkunlunda at borið til.

T.d. Bátur í B4A: Nýtt hesar dagar 06/07 84dg, 07/08 91 dg, 08/09 87dg, 09/10 94 dg, 10/11 109 dg,

11/12 90 dg, 12/13 94 dg, 13/14 101 dg, 14/15 93 dg, 15/16 89 dg, Í meðal 93 fiskidagar pr/ár.

Higartil 16/17 nýtt 88 dg.

Eftir tilmæli frá Havstovuni fær hesin bátur, útlutaðar 2017/18 1 8 , 6 fiskidagar.

Bátur í B4B:

06/07 103 dg, 07/08 96 dg, 08/09 98 dg, 09/10 106dg, 10/11 75 dg, 11/12 59 dg, 12/13 47 dg,

13/14 53 dg, 14/15 53 dg, 15/16 87 dg. Í meðal 78 fiskidagar pr/ár.

Higartil 16/17 nýtt 88 dg.

Eftir tilmæli frá Havstovuni, fær hesin bátur, útlutaðar 2017/18 13,6 fiskidagar.

Tilmælir ein á henda hátt. So átti ein ”klokka” at ringt onkustaðni.Sum skipanin er uppbygd, og meiningin var (eisini hjá Havstovuni) hon skuldi virka, ber hetta snøgt sagt ikki til.

Skal henda ráðgeving nýtast til nakað sum helst. So má vísast til eina aðra skipan.

Enda úrslitið av henni,kemur helst at vera: Ongin húkur settur ella kastaður á Føroya grunninum

2017/18.

Spell kortini, nú onkrir glottar vóru at hóma.T.d. Onkur veiðiháttur, er noyddur, at koma til lands, við ólógligum hjáveiðu % , av rundum fiski.

Umframt tey mongu %,teir noyðast at skilja seg av við, á annan hátt.