Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tilmelding til Ung í Arbeiði í summar byrjar fyrsta dagin

John William Joensen

– Eini av fyrstu døgunum fáa ung í Klaksvíkar Kommunu í aldrinum 14-16 ár høvi at søkja um at luttaka í Ung í Arbeiði í summar, upplýsir Jóhann Lützen.

– Eini av fyrstu døgunum fáa ung í Klaksvíkar Kommunu í aldrinum 14-16 ár høvi at søkja um at luttaka í Ung í Arbeiði í summar, upplýsir Jóhann Lützen.

– Eg fegnist um, at býráðsnevndirnar í ár hava tikið avgerð um at tvífalda játtanina til Ung í Arbeiði, tí harvið rokna vit við í summar at kunna bjóða teimum ungu eitt arbeiði í 2 vikur á 40 tímar við ymiskum verkætlanum, sigur Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini, sum varðar av Ungum í Arbeiði.

– Eins og undanfarin ár kunnu tey ungu, sum hava fylt 14 ár og ikki eru fylt 17 ár, søkja um Ung í Arbeiði í summar.

– Við øktu játtanini kann Ung í Arbeiði í summar í størri mun enn undanfarin ár skipast í verkætlanum, sum fara at síggjast aftur í umhvørvinum, og út frá stóra áhuganum í fjør kann roknast við, at nógv ung fara at søkja um at luttaka í Ung í Arbeiði í summar.