Tú kann nú vinna tína lívsins ferð fyri tvey til Rio í 2016,i samband við at IPC (International Paralympic Commitee) hevur 25 ár stovningardag í september.
Fyri at varpa ljós á 25 ára stovningardagin hjá IPC í september, leitar Internationala Paralympiska Commiteein (IPC) eftir besta minni frá Paralympisku rørðsluni seinastu 25 árini.
Kappingin er í tíðarskeiðnum 16. Juni- 25. Juli, og øll kunnu tilnevna besta minnið seinastu 25 árini á heimasíðuni ipc25, sum er stovnað fyri at varpa ljós á hátíðarhaldið.
Tú finnir leinki til heimasíðuna á heimasíðuni hjá ÍSB www.isb.fo
Minnið kann verða alt frá Paralymsiku leikunum, verðins ella økisleikum, ella onkur onnur løta ið ikki hevur við sjálva ítróttarkappingina at gera.
Øll ið luttaka er við í ókeypis lutakasti um eina 5 daga ferð fyri tvey til Paralympisku leikirnar í Rio 2016.
Frá 29. August, fer IPC at kunngera ymisk minni, fram til nummar eitt ið verður kunngjørt 22. September 2014.




