Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tiltak fyri útisetum á Christiansborg

klaksvik.fo

Týsdagin 29. mars kl. 16.00 bjóðar Klaksvíkar kommuna útisetum vælkomin á Christiansborg til forkunnuga framsýning og framløgu.

Tiltakið er komið í lag eftir at danskir fólkatingslimir vóru á vitjan hjá Klaksvíkar kommunu í september 2021.

Tá varð m.a. vitjað í Christianskirkjuni og í verkstovuni hjá Edward Fuglø, sum tá legði síðstu hond á myndlýsingar til eina danska týðing av Fuglakvæðinum. Fólkatingslimurin, Rasmus Horn Langhoff, var sera hugtikin av listini hjá Edwardi og hevur síðan vitjanina samskift við kommununa um, at fáa í lag at stilla hesi listaverk fram á Christiansborg.    

Nú avtalan er komin í lag, so hevur fólkatingslimurin, Rasmus Horn Langhoff, eisini boðið Klaksvíkar kommunu at luttaka og í tí sambandi skipar kommunan fyri einum tiltaki, har umboð frá kommununi, eftir ferniseringina, fara at hava eina framløgu um møguleikar og tilboð í Klaksvíkar kommunu. Bjóðað verður lætt ábit og eisini verður ein tónleikaframførsla.

Hetta er sostatt ein góður møguleiki hjá lesandi og útisetum annars at fáa eina føroyska uppliving á Christiansborg.

Neyðugt er við tilmelding fyri at sleppa inn á Christiansborg. Tilmeldingin til tiltakið fer fram umvegis leinkjuna her: Tiltak á Christiansborg

Øll eru hjartaliga vælkomin til eitt hugnaligt tiltak við áhugaverdum innsløgum, púra ókeypis.

Harleyfacadeacryl