Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tiltøk á Klaksvíkar bókasavni í heystfríðini

Jóhann Lützen

Nú heystfrítiðin er vera tiltøk bæði fyri størri børn og tey smáu á Klaksvíkar bókasavni.

Týsdagin 11. oktober frá kl. 14.00 verður lesimaraton fyri børn í skúlalaldri. Kom á bókasavnið og hava eina bók við ella finna vit eina bók á bókasavninum, so lesa tit 42 síður og 2 reglubrot – eitt maraton. Til ber eisini at lesa eitt hálvt maraton, so lesa tit 21 síður og 1 reglubrot í staðin.

Eins og rættir maratonrennarar kunnu fáa okkurt leskandi meðan teir renna, so verður eisini okkurt leskiligt at fáa hjá børnunum meðan tey lesa. Eisini fáa børnini eitt skreytblað, tá tey eru liðug at lesa.

So kom á bókasavnið týsdagin og fá ein góðan seinnapart saman við eini stuttligari ella syrgiligari ella óhugnaligari ella spennandi bók og øðrum børnum.

Í ár eru 50 ár síðani vit fyrstu ferð hoyrdu um Álv Ákason og bøkurnar um Álv eru enn líka vælumtóktar.
Hósdagin 13. oktober kl. 15.00 fara vit at hugna okkum saman við Álvi á bókasavninum. Vit fara at hoyra søgu og síðani hyggja eftir filmi um Álv, filmurin hevur danska talu. Eisini ber til at lita myndir av Álvi og vinum hansara.

Vit eiga nógvar bøkur um Álv og fara at seta tær fram, og um onkur hevur hug at lána nakrar av bókunum heim við, ber tað væl til.