Norðlýsið skrivaði um konsertina við Jens Marna Hansen seinasta fríggjadag, og nú eina viku seinnu fer Høgni Lisberg at undirhalda við tónleiki, á nýggja tónleikatiltakinum FríðuTónar.
Vindurin hevur verið avtakandi seinastu dagarnar, og eitt sindur stillari hevur verið. Nú síggja vit fram til tunnilsdagin, og handlarnir í býnum hava veruliga spíla seg út. Meiri kann lesast í nýggjasta Norðlýsinum, ið verður á gøtuni tíðliga í morgin.
Vit kunnu avdúka, at handlarnir eru á tremur við nógvum góðum tilboðum, sum sjálvandi eisini hava fingið sítt pláss í blaðnum.
Júst farnu Torradagar vóru ein kærkomin møguleiki at møta fólki aftur, og stuttligt var at uppliva hvussu nógv fólk møttu til ymisku tiltøkini.
Tað er tiltrongt við tiltøkum, lívi og tónleiki.
Vit hava brúk fyri meiri av hesum, tí er tað at fegnast um, at tiltøk sum Torradagar aftur eru komnir á skránna, og at nýggj tiltøk sum FríðuTónar spretta upp í býnum.
Vit gleða okkum til tunnilsdagin!



