Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tilvildarligur sosialpolitikkur gera Føroyar ójavnar

John William Joensen

Ætlan landsstýriskvinnurnar um at avtaka gjaldið fyri læknaváttan rakar skeivt, og ger, at tímalønt ikki longur eru javnt sett við fastlønt.

Hetta er nýggjasta dømi um lóggeving, ið rakar skeivt, og sum er við til at gera Føroyar til eitt enn meir ójavnt samfelag enn tað er frammanundan.

Eyðkenni fyri føroyskan sosialpolitikk er, at broytingar mangan eru tilvildarligar uttan at hugsað verður um neiligu ávirkanina, ið hesar broytingar kunna hava fyri ávísar samfelagsbólkar.

Tíverri, so hava fleiri av tiltøkunum á almannaøkinum ikki rakt serliga væl. Gott dømi um hetta vóru tær lógir og broytingar, ið vóru skundaðar ígjøgnum, beint fyri at fíggjarlógin 2009 var samtykt.

Feløgini í Samtak heita inniliga á Rósu Samuelsen um at hugsa seg væl um, og sleppa ætlanini um at tímalønt sjálvi skulu rinda fyri læknaváttan. Peningurin, ið tímalønt fáa frá sjúkradagpeningaskipanini er frammanundan sera lágur.

Tey, ið eru rakt av sjúku, hava ikki ráð at fáa eyka byrður, tí eigur landsstýriskvinnan við almannamálum heldur fara eftir peninginum onkra aðra staðni.

Í seinastu viku kom fram, at sparingin fyri at avtaka gjaldið fyri læknaváttanir er ein hálv millión. Í mun til landsroknskapin er hetta smápeningur, men tað hevur stóra ávirkan fyri tey fólk og tær familjur, ið vera rakt av sjúku.

Ístaðin fyri tilvildarligar sparingar, hava vit tørv á greiðum sosialpolitiskum útmeldingum um hvussu vit tryggja vælferðarsamfelagið, og tey sum hava tørv á hjálp. Ein av spurningunum, ið Rósa Samuelsen tí eigur at spyrja seg sjálva er, hvussu kunna vit við lógum og játtanum fáa eitt javnari samfelag, ið er við til at tryggjað øllum góð livikor í Føroyum.

—————————————————————————– ———————————————–

Fakfelagsfólk illa forfylgd í Iran

Fakfelagsfólk í Iran vera sera illa forfylgd av stjórnini, og nú í vár hava serdeildir í iranska kollveltingarherinum aftur afturhildið og pínt fakfelagsleiðara í Iran. Altjóða felagsskapir rópa varskó, og heita á fólk, um at skriva til iransku stjórnina um at leyslata Ali Nejati, fakfelagsleiðara í Iran.

Ali Nejati er avbyrgdur undir sera vánaligum umstøðum í Ahwax Intelligence Detention Center. Fangarnir har síggja ikki dagsljós, hava avmarkaða atgongd til eitt vánaligt wc, fáa ikki heilivágshjálp, sleppa ikki at sova serliga leingi og eru fyri sera hørðum og ómenniskjaligum avhoyringum.

Umframt fakfeløg kring allan heim heitir mannarættindafelagsskapurin Amnesty International á fólk um at skriva til stjórnina í Iran fyri at fáa Ali Nejati leyslatnan.

Ali Nejati er samvitskufangi og verður afturhildin, av tí at hann sum fakfelagsleiðari hevur nýtt sín rætt at tala at viðferðini hjá arbeiðsfólki.

Til ber at senda eitt bræv til Iransku stjórnina við at trýsta á hesa slóð

—————————- —————————— ——————————–

Órógvandi at ov fáar trygdarvenjingar eru

Spurnarkanningin, ið Skipaeftirlitið og Fiskimannafelagið gjørdi herfyri, avdúkar, at trygd verður alt ov illa raðfest umborð á føroysku skipunum.

Tað er sera órógvandi, at tað einans er umborð á fjórða hvørja báti, at bjargingarvenjingar verða gjørdar, og at 73% av sjófólkunum, ið hava svarað spurnarbløðunum siga, at tey ikki vera kunnað um trygdarskipanirnar umborð.

Komandi vikurnar fer Samtak at varpa ljós á trygd umborð á skipunum, og tey ymisku úrslitini úr spurnarkanningini, ið Skipaeftirlitið og Fiskimannafelagið hava gjørt.

Harleywoodpaint