Eivind Jacobsen, sigur at ætlanin er at gera eitt 3000 fermetra stórt keypssentur við matvøruhandli á Stongunum
Eivind Jacobsen, sum er leiðari fyri Klaksvíkar Timburhandli, sigur við Norðlýsið at ætlanirnar við at gera Klaksvíkar Timburhandil um til eitt stórt keyptsentur eru komnar so langt at næsta stigið er at fáa neyðug loyvi til høldar.
– Verandi handilshølir eru umleið 2700 fermetrar og við at leggja dekk í niðara partin av húsinum fáa vit tilsamans eitt høli sum er 3000 fermetrar til støddar. Harafturat verður stórur partur av kjallaranum umskapaður til bilparkering. (Til samanbering kunna vit nevna at Miklagarður í SMS er umleið 1800 m2).
– Sjálv timburgoymslan verður flutt niðan á Borðoyavík meðan byggibúðin kemur framhaldandi at vera á Stongunum.
– Vit fara sjálvir at hava byggibúðina men restina av bygninginum fara vit at leiga út til onnur handilsrekandi.
Fíggingin er upp á pláss
Tað skal óivað nógvur kapitalur til at gera eitt keypssentur men Eivind sigur at hetta er eingin trupuleiki.
– Vit hava fíggingina upp á pláss, tað sum okkum vantar í løtuni er at fáa neyðug loyvi frá býráðnum. Vit hava verið í samband við onnur sum hava áhugað fyri ætlanini og eg kann siga so mikið at stórur áhugi er aðrastaðni fyri hesari verkætlanini.
– Eg síggið stórar møguleikar í fasta sambandinum tvørtur um Leirvíksfjørð og fyrsta stigið er at fáa ein so rationellan handil sum gjørligt. Hetta fáa vit við at brúka bygningin til annað enn byggibúð og harvið brúka fermetrarnar hjá okkum optimalt. Síðani kunnu vit fara at hugsað yvir um fjørðin.
Trýr ikki upp á keypsentur í miðbýnum
Eivind Jacobsen heldur at keypsentri, sum teir arbeiða við er einasti møguleikin hjá Klaksvíkar Býráð at fáa eitt keypssentur til býin og tí vantar hann undirtøku frá býráðnum.
– Verkætlanin hjá okkum er ítøkilig og einasti møguleikin hjá Klaksvík at fáa eitt keypssentur.
– Eg síggið soleiðis upp á tingini at um keypssentrið í miðbýnum skal gerast veruleiki, so noyðist Norðoya Sparikassi at byggja tað einsamallur og má sjálvandi fíggjast við hægri rentu hjá kundunum í Noroya Sparikassa og tað kann ikki verða tað rætta.
Eivind Jacobsen, sum kanska er mest kendur frá Stranda máling, sigur at sentrið sum kemur at húsast á Stongunum fer at hava stóran týdning fyri Klaksvík.
– Handilslivið sum er í Klaksvík í dag er bert roknað til økið innan fyri Klakkin og tí er tað als ikki áhugavert hjá fólki sum ikki búgva í Klaksvík. Við verkætlanini hjá Klaksvíkar Timburhandli fær Klaksvíkin eitt sentur sum veruliga kann kappast tvørtur um fjørðin.




