Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ting.fo skrivað fyrstu 1.000 greinarnar

John William Joensen

Tað var beint fyri árslok 2013 at nýggja føroyska heimasíðan www.ting.fo byrjaði sítt virksemi. Tað er Árni Gregersen, journalistur, sum eigur og rekur heimasíðuna ting.fo, sum hevur til endamáls at skriva um og úr løgtinginum, umframt at skriva tíðindi frá føroysku kommununum og vinnulívinum.

Hesa tíðina hevur Árni Gregersen verið drúgvur, og hevur fylgt væl við í politiska arbeiðinum á Føroya Løgtingi.

Tað er eisini vorið til nógvar greinar, og hesa vikuna kann ting.fo hátíðarhalda, at fyrstu 1.000 greinarnar um føroyskan politikk og føroyskt vinnulív eru givnar út. Alt hetta er ókeypis fyri lesaran.

Tað er í dag lætt at gera eina heimasiðu til ein sámuligan kostnað, og inngongdin til at byrja er løtt, tað er ikki har avbjóðingin er. Avbjóðingin er at geva føroyingum góð og álítandi tíðindi dagliga, og at skriva um tað sum hevur týdning. Onkrar dagar hendir ikki so nógv, tá er eingin orsøk bert at fylla upp við einkisigandi tíðindum, so eru tað bara tað færri tíðindi tann dagin, sigur Árni Gregersen.

Nú hevur hendan tænastan skjótt virkað í eitt hálvt ár, og royndirnar eru góðar. Tað er sjálvsagt upp til lýsarnar at avgera um hetta kemur at halda fram, men við teirri undirtøku sum ting.fo hevur fingið bæði frá lesarum og lýsarum, so haldi eg óræddur fram. Hetta er júst tað eg brenni fyri, og beint nú fegnist eg um góðu undirtøkuna, sigur Árni Gregersen, journalistur og eigari av ting.fo