Tingfundurin sum byrjaði mikumorgunin klokkan 10 endaði ikki fyrr enn klokkan var farin av 5 í nátt.
Tingfundurin sum byrjaði mikumorgunin klokkan 10 endaði ikki fyrr enn klokkan var farin av 5 í nátt.
Orðaskiftið í sambandi við fíggjarlógina vardi til klokkan 2:40, og av tí at ynski var um at atkvøða um hvørja einstaka konto fyri seg, var sjálv atkvøðugreiðslan ikki liðug fyrr enn klokkan var farin av 5. Tað var Jacob Vestergaard, løgtingsmaður, sum bað um at atkvøtt skuldi verða um hvørja einstaka konto.
Tingfundurin varð niðurlagdur í ein tíma eftir at orðaskiftið var endað, tí fyrisitingin í løgtinginum skuldi gera klárt til atkvøðugreiðsluna.
Øll broytingaruppskotini hjá samgonguflokkunum vórðu samtykt og øll broytingaruppskotini hjá andstøðuni fullu.
Fíggjarlógin skal hava eina viðgerð afturat. Tað verður á tingfundinum sum byrjar fríggjadagin klokkan 10. Tá verða tríggjar 3. viðgerðir á skránni og ein 2. viðgerð umframt fíggjarlógina.




