Løgtingsfundurin sum skuldi byrja klokkan 10 varð ikki settur fyrr enn klokkan 10:45.
Formaðurin boðaði tá frá, at eitt broytingaruppskot var lagt fram í sambandi við uppskotið um fiskidagar fyri komandi ár, og tað uppskotið er somikið umfatandi, at formaðurin niðurlegði fundin og gav tingfólki ein hálvan tíma til at lesa uppskotið. Viðgerðin av fiskidøgunum byrjar tí ikki fyrr enn kl. 11:15.
Tey sum hava lagt broytingaruppskotið fram eru allir flokkar uttan Fólkaflokkurin.




