Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur lavt fram uppskot á ting at lækka tinglesingargjaldið. Elsebeth førir fram, at bæði einstaklingar og virkir stríðast undir hækkandi gjøldum.
Hendan samgongan valdi at hækka tinglesingargjadið við 0,5 prosentum, umframt at samgingan hevur hakka heilsutrygdargjaldið, inngjaldið til samhaldsfasta, hækka gjald til barsilsskipanina og ætlanir um at hækka gjaldið til samhaldsfasta uppaftur meira.
Millum annað nevnir hon, at tað er ikki óvanligt at sethús kosta um tríggjar milliónir ídag, og tað hevur við sær, at ung, ið ætla at seta fót undir egið borð, skulu gjalda einar 15.000 krónur í hækkaðum tinglesingargjaldið.
Uppskotið hjá Elsubeth kann lesast niðanfyri:
Løgtingsmá l nr. 98/2017: Uppskot til løgtingsló g um broyting í løgtingsló g um tinglýsingaravgjald (Lækking av avgjaldinum)
Uppskot til
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsingaravgjald
§ 1
Í løgtingslóg nr. 8 frá 28. februar 2006 um tinglýsingaravgjald, sum broytt við løgtingsló g nr. 50 frá 2. juni 2008, løgtingsló g nr. 123 frá 15. desember 2014 og løgtingslóg nr. 156 frá 23. desember 2015, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1, stk. 2 verður “1%” broytt til: “0,5%”.
Kapittul 1. Almennar viðmerkingar
2. Í § 3 a, stk. 1, 2. pkt. verður “1%” broytt til: “0,5%”.
3. Í § 3 b verður “1%” broytt til: “0,5%”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
(Lækking av avgjaldinum)
Endamálið við uppskotinum er millum annað at hjálpa teimum ungu, sum skulu seta føtur undir egið borð í Føroyum, og at hjálpa vinnufyritøkum, størri og smærri. Tinglýsingaravgjald verður rindað
• tá fastogn skiftir eigara
• tá veð verður tinglýst í ogn í sambandi við lántøku
• tá ognarfyrivarni verður tinglýst í leysafæ (t.d. í bilum og øðrum akførum). Við arvaskifti verður tó einki avgjald rindað
Núverandi tinglýsingaravgjald er 1%. Í hesum uppskotinum verður mælt til at lækka avgjaldið til 0,5%.
Sum nevnt omanfyri, er endamálið við uppskotinum at hjálpa teimum, sum skulu seta føtur undir egið borð, og at hjálpa vinnuni. Her verður ikki bara hugsað um stóru, sterku vinnufyritøkurnar, men allar vinnufyritøkur, størri sum smærri. Vit hava nógvar smærri vinnufyritøkur, sum stríðast fyri at fáa tað at hanga saman. Talan er í nógvum førum um einstaklingar. Vit ynskja eitt innovativt og framtakshugað vinnulív, men nógvu avgjøldini eru eitt haft um beinini og eitt ok bæði hjá vinnu og privatfólki.
1
Hendan samgongan hækkaði tinglýsingaravgjaldið við 0,5% í desember 2015. Tað er ikki óvanligt, at sethús í dag kosta uml. 3 mill. kr. Tað eru ofta ungar barnafamiljur, sum byggja ella keypa hús og íbúðir. Hesi fáa tískil ein eykakostnað uppá 15.000 kr. Nøkur minni og onnur meira. Eitt eyka vælkomuagjald til tilflytarar samstundis sum vit ynskja fólkavøkstur. Ætlanirnar um fólkavøkstur eru góðar, men tað er skeivur vegur at náa málinum at blíva við at hækka og leggja nýggj avgjøld á tey, sum skulu seta búgv.
Umframt tinglýsingaravgjaldið er heilsutrygdargjaldið hækkað, inngjaldið til samhaldsfasta hækkað, avgjaldið á diesel og bensin er hækkað, vegskatturin hækkaður, hækkað kringvarpsgjald, hækkað gjald til barsilsskipanina og ætlanir um at hækka gjaldið til samhaldsfasta uppaftur meira.
Skipini hjá Varðanum høvdu afturgongd á 19% ella 115 milliónir kr. í 2017. Høvuðsorsøkin var uppboðssølan av uppsjóvarfiski, sí https://r7.fo/news/7671/stor-afturgond-hja-vardanum. Um vit taka hinar stóru aktørarnar, snýr tað seg um 100 tals milliónir krónur, sum hendan samgongan hevur tikið meira frá vinnuni. Men hóast 100 tals milliónir krónur í avgjøldum og meirinntøku frá vinnuni, so verður vanligi løntakarin framvegis undirdýktur í avgjøldum, sum ongantíð áður. Vanligi løntakarin merkir ongan mun, um fiskivinnan nú rindar hesar 100 tals milliónirnar meira. Var tað ikki meiningin við orðunum um, at ríkidømið í havinum skuldi koma øllum til góðar!
Tíðin er nú komin til, at vanligi løntakarin merkir nakað til lyftini áðrenn valið um,
at ríkidømið skal út í hvønn krók í landinum. Ein skjótur og einfaldur máti er at byrja
við avgjøldunum, og tað er sera ómakaleyst. Avgjøldini skulu minkast og/ella avtakast. Vit skulu aftur til at kalla ein spaka fyri ein spaka og skatt fyri skatt og ikki innføra avgjøld av øllum handa slagi. Tíðirnar eru sera góðar og tað skal skattgjaldarin merkja á sínum egna kroppi. Allir føroyingar og allar Føroyar skulu merkja tað. Sum nevnt omanfyri var tað eisini eitt vallyfti, at allir føroyingar, allar Føroyar, skuldu fáa ágóða av fiskiríkidøminum.
At lækka tinglýsingaravgjaldið hevði lætt um hjá øllum, sum skulu seta búgv, byggja ella keypa bústað. Hevði eisini lætt um hjá vinnuni, sum frammanundan rindar 100 tals milliónir krónur í avgjøldum og rindar fyri at sleppa til arbeiðis. Hevði eisini verið ein lætti hjá smærru vinnufyritøkunum at sloppið undan hesum eykaskattinum.
Kapittul 2. Avleiðingar av uppskotinum
Fíggjarligar/bú skaparligar avleiðingar
Uppskotið hevur fíggarligar avleiðingar fyri landskassan. Roknað verður við, at uppskotið hevur við sær eina minni inntøku til landskassan á umleið 25 mió. kr.
Fyri borgarar og vinnufyritøkur fer uppskotið at hava við sær, at tinglýsingarkostnaðurin minkar ú r 1% niður í 0,5% av virðinum á ognini ella veðupphæddini.
Umsitingarligar avleiðingar
Uppskotið hevur ikki umsitingarligar avleiðingar í mun til galdandi lóg.
Umhvørvisligar avleiðingar
Uppskotið hevur ikki við sær umhvørvisligar avleiðingar.
2
Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum
Uppskotið hevur ikki avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.
Sosialar avleiðingar
Uppskotið hevur jaligar sosialar avleiðingar fyri tey sum keypa hús ella tinglýsa veð í ogn í sambandi við lántøku.
Avleiðingar í mun til millumtjó ða sá ttmá lar
Uppskotið hevur ikki avleiðingar í mun til millumtjóða sáttmálar.
Kapittul 3. Serligar viðmerkingar Til § 1, nr. 1-3
Tinglýsingaravgjaldið verður lækkað úr 1% niður í 0,5%.
Til § 2
Á seting um gildiskomu.
Á Løgtingi, 27. februar 2018
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur


