Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tingmenn fegnast um nýggju trygdarmiðstøðina

John William Joensen

Undir tingviðgerini í dag kom fram at mentanarnevndin hjá tinginum mælir til at flyta brandskúla við Áir norður til nýggju trygdarmiðstøðina í Klaksvík

Tað eru avsettar tvær milliónir komandi ár á fíggjarlógini til at byggja nýggja trygdarmiðstøð í Klaksvík, sum tilsamans er mett at kosta 15 milliónir.
– Hetta fegnaðust tingmenn um og Heidi Petersen spurdi landsstýrismannin um tað ikki var skilagott at flyta brandskúlan við Áir norður til nýggju trygdarmiðstøðina í Klaksvík.
Harafturat spurdi hon um ætlanin var at Náttúrgripasavnið kundi fáa innivist á Hvalastøðini við áir.

Landsstýrismaðurin váttaði at arbeitt verður við málunum og tað hevur leingi hevur verið arbeitt við at flyta Náttúrugripasavni til hvalastøðina við Àir.

Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentanarmálum, helt at tað óivað var ein skilagóð loysn at flyta brandskúlan til Klaksvíkar og leggja hann saman við trygdarmiðstøðini, sum nú skal byggjast.

Harleywoodpaint