Fyrst og fremst allir tit í arbeiðsklæðum í dag! Tit eiga allarstørstu æruna av, at hetta hevur latið seg gjørt og er komið hartil, vit standa í dag. Við fakkunnleika og góðum hugburði eru tit komnir so langt, at reisigildi kann haldast. Og mín vón til tykkara skal vera, at tá ilsligari árstíðin fer at bjóða tykkum av, at tit eru komnir so mikið meira áleiðis, at tit kunnu njóta arbeiðsumhvørvið í góðum innilíkindum.
Røða á Biskupstorgi:
Sum forkvinna fyri Trivnaðarnevndina Eldri og Bústaðir í Klaksvíkar kommunu og sum stýrislimur í Stýrinum fyri Kráarbrekku, so vil eg nýta høvið at takka øllum tykkum, sum hava staðið fyri og hava viðvirkað til hetta stóra byggiarbeiðið.
Fyrst og fremst allir tit í arbeiðsklæðum í dag! Tit eiga allarstørstu æruna av, at hetta hevur latið seg gjørt og er komið hartil, vit standa í dag. Við fakkunnleika og góðum hugburði eru tit komnir so langt, at reisigildi kann haldast. Og mín vón til tykkara skal vera, at tá ilsligari árstíðin fer at bjóða tykkum av, at tit eru komnir so mikið meira áleiðis, at tit kunnu njóta arbeiðsumhvørvið í góðum innilíkindum.
Hesin skrokkurin, vit í dag síggja og bara kunnu ímynda okkum umfangi av, letur okkum kaga inn í ein komandi bústað, sum fer at kollvelta hugsjónir um, hvussu vit í Klaksvík hava valt at búgva -at seta føtur undir egið borð, sum tikið verður til fyri eina styttri ella longri tíð. Nú verður hol sett á leigumarknað undir skipaðum almennum umstøðum.
Tá Bústaðir við almennum peningi kundi fara undir at byggja slíkar íbúðir/bústaðir kring landið, har fólk í styttri ella longri tíð kunnu búgva til leigu, tá tóku vit sum samfelag eitt risafet inn í modernaðar tíðir, -vit nærkaðust eftirspurninginum hjá bæði gomlum og ungum, og vit nærkaðust møguleikum, sum eru í londunum kring okkum. Hetta ger okkum kappingarfør, tá tey ungu umræður. Sjálv havi eg ongantíð ivast í, at ein partur av okkara ungu leita uttanlands at lesa og/ella at arbeiða, eisini tí tey har fáa møguleikar at búgva fyri seg sjálv. Tey kunnu seta føtur undir egið borð, stovna familju uttan at seta milliónir í umfar, peningur tey ikki altíð hava.
Millum annað tí eiga vit at halda fram við arbeiðinum at skipa fyri bústøðum –kanska serliga til ung. Ungdóms/lestararíbúðir eiga at standa á sandinum um ikki ov langa tíð.
Kommunan hevur lagt doyðin á at fáa framt hesa bygging. Vit arbeiða eftir, hvussu vit vilja hava Klaksvík at verða. Tað verður m.a. tikið støði í vakstrarætlanini, sum var gjørd undir seinastu býráðssetu. Tann vakstrarætlanin varð til í samráð við fólk. Ung sum eldri, klaksvíkingar og fráflutt –fleiri hundrað fólk góvu sítt boð upp á, hvussu er at liva og virka í Klaksvík, og hvussu eigur at vera í Klaksvík framyvir. Har var týðilig niðurstøða: at “ov lítið var á hillunum” í Klaksvík.” Ov fá størv til yngra ættarliðið, ov lítið at velja í á arbeiðsmarknaðinum, ov fá slips í fiskivinnuni og hjávinnum. Og so tað, at bústaðarmarknaðurin er alt ov einstáttaður! Og tað er við hesum í huga, ynskjunum hjá borgarum okkara, at full ferð hevur verið á hesum arbeiði.
Vit eru mong, ið bíða eftir, at møguligt verður at búgva í miðbýnum. Vit eru øll spent, til tit verða lidnir; sjálv skrivaði eg okkum upp somu viku, Bústaðir lat listan upp, og helst eru vit mong hundrað, ið kundu hugsað okkum at búð her.
Takk enn einaferð, tit røsku arbeiðsmenn, bæði tit sum so vísiliga og hegnisliga hava skipað fyri hesum stóra byggiarbeiði, og tit við hamara, sag og øllum handa amboðum. Má eydnan fylgja tykkum, og blíðan byr í framhaldandi arbeiðinum.
Óluva Klettskarð, býráðslimur




