Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tjaldingarøkið er klárt og fá atgongumerki eftir

Danial Viðoy

SF: Tjaldingarøkið er so at siga klárt nú. Tann allarseinasta hondin verður lagt á. Atgongumerkjasølan til tjaldingarøkið gongur væl og fólk mugu skunda sær, um tey skulu ogna sær atgongd til serstakliga hugnaliga økið.

Ragnhild Ellingsgaard, sum er ein av høvuðspersónunum handan tjaldingarøkið á Summar Festivalinum, sigur, at nú gleða tey seg bara til økið letur upp í kvøld.

– Vit eru opitimistisk og vænta at hetta fer at rigga væl. Vit hava ið hvussu er gjørt okkara íkast til, at tað skal eydnast, sigur hon spent á málinum.

– Hugfarsligu standmyndirnar eru settar upp, girðingin millum familju-tjalding og tjaldingina hjá teim ungu er uppsett og gøturnar millum tjøldini eru lidnar. Og longu nú eru gestir byrjaðir at seta upp tjald, leggur hon afturat.

Á myndunum sæst, hvussu tjaldingarøkið gevur seg út. Ikki nógv at seta fingurin á, má greinaskrivarin viðurkenna.

Harleyfacadeacryl