Undir venjing í kvøld, varð Klaksvíkingurin tikin av sjóverjuni, ímeðan Sundabáturin kláraði at rógva undan speedbátinum hjá Tjaldrinum.
Manningin á Klaksvíkinginum var hørm um støðuna tá vit vóru í venjingarhølinum í kvøld. Sjóverjan gjørdi eina kanning í kvøld um manningarnar brúktu bjargingarvestar, men bert tríggir umborð á Klaksvíkinginum høvdu vestar, so hinir ella felagið kann vænta sær eina bót.
Skemtandi løgdu klaksvíkingarnir tó afturat at Sundabáturin kúvendið og tað eydnaðist teimum at koma íland áðrenn eftirlitið fekk gjørd nakað, so sigast má, at tað var ein ordiligur spurtur.




