Tað var bert fyrsta korterið í aðru fm-finaluni millum Stjørnuna og Tjaldur, at spenningur var í dystinum. Eftir hetta setti Tjaldur seg á dystin, og Stjørnan megnaði ongantíð at svara aftur
Tann spenningur, sum lagt var upp til, tá Stjørnan og Tjaldur hittust til aðru fm-finaluna í KÍ-høllini, var bert fyrsta korterið av dystinum. Eftir hetta tók Tjaldur yvir, og Stjørnan megnaði ongantíð at svara aftur.
Síðani Stjørnan og Tjaldur leiktu steypafinaluna fyrst í februar, hevur spælið hjá Stjørnuni verið ógvuliga svingandi og ikki serliga samførandi, meðan tjaldurskvinnurnar hava ment seg støðugt, sum kappingin er ligin.
Tjaldur hevur nakrar sera góðar útlendskar leikarar, sum rættiliga hava sett sína dám á hondbóltskappingina. Serliga stórskjúttin Andina Petrea hevur verið eyðsýnd. Í aðru fm-finaluni bleiv hon mannsvard allan dystin. Hóast tað, so gjørdist hon toppskjútti við 9 málum.
Stjørnan hevði møguleikar at svara aftur
Hóast Tjaldur hevði eina leiðslu í hávlleikinum uppá 5 mál, so hevði Stjørnan møguleikar at svara aftur í byrjanini av seinna hálvleiki, men fer eftir fer blivu blivu upplagdir málmøguleikar missnýttir, og so kann man ikki vinna. Spælið hjá Stjørnuni bleiv alt meira merkt av ráðaloysi, har hvør einstakur royndi sum frægast sjálvur.
Hjá Tjaldur riggaði alt, og sum dysturin leið, øktu tær støðugt um leiðsluna, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdist ein greiður sigur til Tjaldur uppá 25-16.
Rætti meistarin
Tjaldurskvinnurnar hava sanniliga sett sín positiva dám á kappingina í ár, og við sigrunum í fm-finalunum hava tær fyri fystu ferð í søgu felagsins tryggjað felagnum meistaraheitið, og var tað, tá samanumkom, fult uppiborið.
Norðlýsið ynskir Tjaldur hjartaliga tillukku við meistaraheitinum.




