Nú í seinastuni hevur okkara Tjóðsavn lýst við átøkum, har túrar verða gjørdir út í náttúruna undir leiðslu av serfrøðingum.
Ein av túrunum var ein fjørðutúrur við Borðoyarvík. Hann hildu vit á Norðýsinum vera sera áhugaverdan og meldaðu okkum tí til túrin.
Undirritaði riggaði seg væl til kvøldið fyri og fekk eina abbdóttur við upp á hugskotið, so vit fóru upp í góðari tíð í morgun. Møttu á Flesjum stundisliga klokkan 09.30, sum túrurin skuldi byrja klokkan 10.00. Tá klokkan nærkðist 10 kom ein luttakari afturat. Vit prátaðu so har til klokkan var farin væl av 10. Men har kom eingin annar. Um 10.15 tíðina gjørdu vit bæði av at fara ein túr av Flesjum og yvir um Mækjuvík, Hellisenda og út í Grøv, tí veðri vær sera gott í morgun. Hin luttakarin rýmdi bara, hann skuldi av bygdini, men vit báðir undraðust á, at vit ikki høvdu fingið boð um at túrurin helst var avlýstur.
Tað var ikki so ógvuliga nógv, eg kundi siga abbadóttrini, tí hon hevur stóran áhuga fyri tí sum livir í fjørðuni, so eg valdi fyri tað mesta at taka nakrar myndir, ímeðan hon leitaði ymisk dýr upp, sum liva í sjóvarmálanum. Vit undraðust á, at vit ongan krabba funnu. Hinvegin tóktust fliður, kúvingar, marsflugur, gjar og nógv ymisk sløg av smádýrum undir steinunum at liva væl. Samanumtikið var væl at síggja.
Tað er tó harmiligt, at so nógv órudd framhaldandi skal liggja í fjørðuni, serliga plastig, net og annað órudd.
Kloakkin á Hellisenda er heldur onki prýði, og “nýggju” kloakkirnar, ið eru lagdar longur út á Víkjuna eru heldur onki prýði fyri fjørðuna. Her áttu vit at farið betur um.
Ná, men vit bæði fingu eitt gott prát um órudd, og ikki minst um ístíðirnar og 20.000 ára gomlu træstubbarnar, ið stinga út úr moreini í bakkanum við Mækjuvík.
Her eiga vit í Klaksvík nakað, sum er heilt serstakt og sum tú skalt leitað leingið eftir um tú yvirhøvur skal finna tað nakra aðrastaðni í heiminum. Her síggjast spor eftir trimum ístíðum og tú kanst nerta við træstubbar, ið hava ligið her í minst 20.000 ár.
Á Hellisenda komu vit framá ein deyðan lunda. Hann sá mær ikki út til at vera so ógvuliga gamalur og eingin rovfuglur hevði sett á lundan, so helst hevur sjúka gjørt enda á honum, tí deyðarak var hann ikki.
Vit bæði gingu til klokkan var farin um 11.30. Ongum øðrum menniskja hittu vit har í morgun, tó kom ein barnagarðsflokkur oman á Hellisenda, har ljóta kloakkin stóð í stórari kontrast til snøgga komandi ættarliðið.
Hóast eg her havi víst á nøkur ting, so skal eg siga, at hetta er eitt paradís at vitja, um tú hevur hug og áhuga fyri tí sum rørist við okkara strendur. gongur tú ein slíkan túr, so fært tú nógv, bæði til likams og sálar. Vit bæði vóru samd um, at vit høvdu ein frálíkan túr í morgun, takka verið Tjóðsavninum.


































































































