Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tjóðveldi boykottar ráðstevnu

Jóhann Lützen

Dennis Holm, fiskimálaráðharri skuldi luttaka í kjaki á ráðstevnuni, men nú er komið fram at Tjóðveldi, sum er í samgongu við Javnaðarflokkin, ikki verður við, tí Tjóðveldi boykottar ráðstevnuni

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi skipar fyri ráðstevnu í Løkshøll í morgin nevnd “Exit Rusland?”. 

Ein partur av ráðstevnini er kjak og har var ætlanin at Dennis Holm, fiskimálaráðharri skuldi luttaka, men Norðlýsið veit í kvøld at Tjóðveldi boykottar ráðstevnini og tískil verður ongin Dennis Holm í kjakinum í morgin.