Annar politiskur stuðul eitur tað í roknskapinum hjá Tjóðveldi. Talan er um stuðul frá Danska Statinum. Í roknskapinum hjá Tjóðveldi fyri 2012 verður hetta broytt til at eita annar politiskur stuðul/fólkatingsstuðul.

Um hugt verður eftir roknskapunum hjá eitt nú Javnaðarflokkinum, so eitur hetta øll árini fólkatingsstuðul, men Tjóðveldi hevur so í áravís heldur valt at kalla hetta annar politiskur stuðul.
Talan er um væl av peningi, tí síðan 2007 hevur Tjóðveldi fingið útvið eina millión krónur í stuðuli úr Danmark. Frá 2007 til 2012 er talan um 903.000 danskar krónur, ið eru endaðar í flokskassanum hjá føroyska Tjóðveldi.
Hesin peningur av av Tjóðveldi brúktur til millum annað at betala fyri valútreiðslurnar av føroyska løgtingsvalinum í 2011, sum sambært roknskapinum hjá Tjóðveldi kostaði 1.027.000 krónur.