Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tjóðveldi harmast og takkar Kristinu Háfoss fyri megnar arbeiði

John William Joensen

Kristina Háfoss hevur boðað frá, at hon velur at leggja frá sær sum landsstýriskvinna til tess at raðfesta onnur týdningarmikil viðurskifti.

Tjóðveldi harmast almikið um hesa støðu, men virðir sjálvsagt avgerðina hjá Kristinu Háfoss.

Kristina Háfoss hevur síðani hon tók við, gjørt eitt framúr arbeiði sum landsstýriskvinna í mentamálum.

Hon hevur við myndugleika og ídni loyst og vunnið undirtøku fyri málum, sum hava ligið á láni í mong ár í føroyskum politikki, og hevur stungið nýggjar og víðskygdar ætlanir út í kortið.

Úr avrikslistanum kunnu vit eitt nú nevna: Fleiri nýggjar hægri útbúgvingar og stór upptøka til Fróðskaparsetrið; Marknagilsdepilin samtyktur; nýtt sendinet til bæði útvarp og sjónvarp; munandi økt játtan til børn við serligum tørvi; økt pláss til lærara- og pedagogútbúgingar; serlig tilboð til lesiveik; nýggj miðnámsskúlapláss í Eysturoynni til meira enn 70 næmingar; øktar játtanir til mentanargrunn, tónleik, tjóðpall og skúlabókagerð; nýggjar ætlanir á savnsøkinum; og mangt annað.

Tjóðveldi takkar Kristinu fyri hennara megnar arbeiði og ynskir henni blíðan byr í teimum avbjóðingum, hon nú hevur valt at taka á seg.

Samstundis fegnast Tjóðveldi um, at Kristina hevur játtað at veita flokkinum ráðgeving og taka lut í øðrum politiskum arbeiði, tá umstøðurnar loyva tí.

Tjóðveldi fer nú beinanvegin undir tilgongdina at vísa løgmanni á eitt nýtt landsstýrisfólk at seta í staðið hjá Kristinu Háfoss.

Tórshavn, 28. august 2008
Vegna Tjóðveldi
Høgni Hoydal