Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tjóðveldi siglir vandasjógv

John William Joensen

Vit norðoyingar fara ikki at góðtaka hugburðin hjá tingmanning Tjóðveldisins ímóti fiskivinnubýði okkara, skrivar Steinbjørn O. Jacobsen, fyrrverandi borgarstjóri

Steinjbørn O. Jacobsen, fyrrverandi borgarstjóri skrivar:

Vit norðoyingar fara ikki at góðtaka hugburðin hjá tingmanning Tjóðveldisins ímóti fiskivinnubýði okkara, tó er Heini O. Heinesen undantikin, tí hann veit støðu okkara í norðoyggjum, har fiskivinnan er tað berandi, og so leingi, vit onki alternativt hava til fiskivinnuna eiga skip okkara, sum dríva lønandi fiskiskap at fáa teir dagar tey hava brúk fyri. 

Vit her norðuri eru í serstøðu. Gevið heldur fiskimonnum okkara eina gularót, sum eggjar teimum at halda fram. 

Hvat vil Tjóðveldi seta í staðin her norðuri fyri mistu fiskidagar, hugsi ikki tit vita hvussu hættislig støðan er í Norðoyggjum. Vit hoyra ikki Tjóveldi takað Kósina uppá tunguna, Norrøna er neyðugari at bjarga, enn 250 arbeiðsplássum í Klaksvík. 

Hava tit dirvið at koma við einum uppskotið um al leggja stovnar, sum eru fiskivinnuni viðkomandi til Klaksvíkar. Livst so spyrst.

Harleyfacadeacryl