og sum Norðlýsið skilir er tað nærliggjandi at komandi landsstýrismaðurin verður úr Norðoyggjum
Vit hava roynt at fritta í tingbólkinum hjá Tjóðveldinum, men í løtuni er einki nýtt at frætta um evnini.
Men handan leiktjøldini eru lokalfeløg og onnur farin at gera vart við seg – fyri at fáa landsstýrsifólk og tað tað skuldi verið løgið um ikki Tjóðveldi valdið eitt landsstýrisfólk úr Norðoyggjum.
– Óluva Klettskarð er eitt gott boð upp á nýggjan landsstýrismann, men tað eru eisini aðrir møguleikar, var sagt frá tingbólkinum hjá Tjóðveldinum.
Kristina Háfoss leggur frá sær av persónligum orðsøkum, men tað er eingin loyna at tað hevur verið eitt sindur ófriðarligt í ráðnum í seinastuni.
Tað hevur annars verði stór útskifting av landsstýrisfólkum hjá Tjóveldinum tá flokkurin hevur umsitið mentannarmál.
Vit fylgja gongdini




