Tjóðveldisflokkurin sigur: " SEKS ÁR VIÐ TJÓÐVELDISFLOKKINUM SEKS ÁR VIÐ FRAMBROTUM
SEKS ÁR VIÐ TJÓÐVELDISFLOKKINUM
SEKS ÁR VIÐ FRAMBROTUM
Minnist tú skilið?
Minnist tú, hvussu støðan var í Føroyum fyri knøppum 6 árum síðani?
Ongi mál vóru fyri framtíð Føroya uttan at gera okkum til limir í ES sum danskur landslutur.
Eldrarøkt, sjúkrahús, skúlaverk, mentan, pensiónir og sosialar trygdarskipanir lógu í andaleypi. Bert takkað verið dugnaligum starvsfólki, varð hildið tørn. Lønirnar vóru enn í niðurskurði og karensdagar í gildi. Bert tær hægstu inntøkurnar høvdu fingið skattalættar.
Ongin íløga varð gjørd í samferðslukervið kring landið.
Ongin loysn var á skuldini hjá landskassanum.
Ongin loysn var á bankamálinum.
Ongin loysn var á undirgrundarmarkinum við bretar.
Hvørt oyra av danska blokkstuðlinum varð brúkt uttan at nøkur vælferðarskipan virkaði.
Kommunurnar stríddust við landið um skuld og ábyrgd.
Okkara ungdómur hoyrdi bert um døpur útlit fyri framtíðina.
Høvuðsorsøkin til støðuna var tann ábyrgdarleysi heimastýrispolitikkur, sum hevði verið rikin.
Tí gjørdu veljararnir Tjóðveldisflokkin til størsta flokk í 1998.
Síðani hevur Tjóðveldisflokkurin sitið við landsins leiðslu. Og nú, knøpp 6 ár seinni, eru flestu av stórmálunum loyst, eins og størri framburður hevur verið í Føroyum enn nakrantíð áður. Búskapurin er so væl stýrdur, at vit í dag klára tey nos sum koma, uttan at enda í kreppu.
Tann 20. januar skal gerast av, um kósin móti sjálvræði skal haldast, ella vit skulu venda aftur til heimastýrið við øllum tí, sum hartil hoyrir.
Heimastýrisflokkarnir eru farnir at lova í eyst og vest, uttan at hava nakað sum helst at grundað lyftini á.
Tjóðveldisflokkurin hevur eingi vill vallyfti.
Men Tjóðveldisflokkurin kann vísa á, at hann ikki bara heldur tað, hann lovar. Tjóðveldisflokkurin heldur meira enn tað, hann lovar!
Tað, sum gevur einum flokki trúvirði, er tað, hann hevur at vísa á. Og eingin flokkur í Føroyum hevur so nógv at vísa á, sum Tjóðveldisflokkurin.
Avrik Tjóðveldisfloksins
Listin yvir tey mál, Tjóðveldisflokkurin hevur rokkið farnu seks seks árini, sær soleiðis út:
Lønarniðurskurðurin er vendur til, at reallønin hjá øllum inntøkubólkum er hækkað munandi
Skattalættar eru framdir fyri knappar 400 mió. kr. Skatturin hjá tí, sum vinnur 200.000 krónur, er lækkaður við 10.000 krónum.
Samstundis sum pensjónin er hækkað, er grundupphæddin gjørd skattafrí, so pensjónistar kunnu arbeiða uttan at verða drigin í pensjón.
Dagførdir sáttmálar hjá øllum fakbólkum eru gjørdir
Eldrapolitikkur og familjupolitikkur er settur í sáttmálarnar hjá alment settum
Studningskipanir til høvuðsvinnuna eru støðgaðar, og greiður skilnaður settur millum alment og privat
Partafelagsskatturin er minkaður, so vinnan sjálv kann endurnýggja seg og geva starvsfólki betri kor
Tjóðveldisflokkurin hevur umsitið almannamál í 18 mánaðir og hevur framt bæði lóggávu og játtan, so 123 nýggj ellis-, røktarheims- og sambýlispláss verða bygd
Tjóðveldisflokkurin hevur uppskot klárt til at játta næstu 60 plássini
Fólkapensiónin er hækkað við 8.000 kr. fyri hjún og 12.000 kr. fyri støk
Nýggj lóg um barnavernd er gjørd og løgd fyri Løgtingið.
Hjálpartólamiðstøðin hevur fingið øktar játtanir og munandi fleiri fáa nú hjálpartól eftir tørvi
Játtanin til almanna- og heilsumál er hækkað við meira enn 400 mió. kr.
Fyritíðarpensión er hækkað munandi og prístalsviðgjørd
Barnafrádrátturin er hækkaður frá 2.900 kr. 5.500 kr.
Nýggj dagpeningalóg til tímalønt er framd, har karensdagar eru tiknir av
Nýggj arbeiðsumhvørvislóg sett í verk
Nýggj barsilsskipan er sett í verk
Nýtt landssjúkrahús stendur liðugt
Sjúkrabilar og tól á sjúkrahúsunum eru skift út
Peningur er játtaður til at nøkta akutta bústaðartørvin hjá brekaðum
Sambýlir til eldri og til autistar og minnisveik eru stovnað
Nýggj lóg um dagsstovnar og dagrøkt er sett í verk. Tørvurin á barnaansing er nærum nøktaður kring landið og tað er vorðin ein rættur hjá børnum at fáa tilboð um pláss.
Lestrarstuðulin til heimabúgvandi er hækkaður úr 17.000 kr. upp í skattafríar 25.000 kr.
Stuðulin til útibúgvandi er hækkaður úr 26.000 upp í skattafríar 37.000
Tey, sym lesa uttanfyri norðurlond, fáa harumframt upp til 120.000 kr. til skúlagjaldið. Fyri seks árum síðani var markið 60.000 krónur.
Skúlatilboð til ung við breki er sett á stovn
Altjóða skrivstova til lesandi er sett á stovn
Stuðulin til at lesa uttanfyri Norðurlond er betraður soleiðis, at føroyingar millum okkara grannalond hava bestu stuðulsskipan á hesum øki
Almanna- og Heilsuskúli er settur á stovn
Játtanin til fólkaskúlan er hækkað við góðum 80 mió. kr.
Eftirskúlalóg er komin í gildi
Frískúlalóg er samtykt
Nýskipanir fyri gransking eru settar í verk
Mentanarøkið er hækkað við 50% seinastu 6 árini
Tjóðpallur Føroya er settur á stovn sum bæði stuðlar yrkissjónleiki og áhugasjónleiki
Mentanargrunnur Landsins er nýskipaður og játtanin hækkað støðugt
Nýggj mentanarpolitisk ætlan er løgd
Nýggj lóg um útbúgving til sjúkrarøktarfrøði er framd
Nýggj lóg um bókasøvn er sett í verk
Nýggj fornminnalóggáva er klár og send til hoyringar
Nýggj lóg um lærara- og pedagogútbúgving er á veg
Nýggjar útbúgvingar seru settar á stovn á Fróðskaparsetri Føroya
Byrjað er at byggja og útbyggja miðnámsskúlar kring alt landið allar verkætlanir eru klárar og játtanir givnar:
Miðnámsskúli í Vági
Lista- og ítróttarháskúli í Sandoynni
Fiskivinnu- og havbúnaðardepil í Vestmanna
Útbygging av Tekniska Skúla í Klaksvík til Norðoya Skúladepil
Nýggjur Tekniskur Skúli, Handilsskúli og Studentaskúli í Havn
Tjóðveldisflokkurin hevur hildið yvirskot á fíggjarlógini hvørt ár í 6 ár
Skuldin til Danmarkar er goldin niður úr 5,6 mia. kr. í 2,1 mia. kr.
Uttanlandsskuldin er minkað niður í 6,3 mia. niður í 3,7 mia kr.
Føroyskur virðisbrævamarknaður er settur á stovn
Landsroknskapir eru ajourførdir aftur til 1992 og koma nú regluliga
Nýtt prístal er gjørt
Tjóðarroknskapur er gjørdur
Ruddað er upp í kapitalvinningsskattaskipanini
Langtíðarætlan er gjørd fyri íløgur, ið er samskipað við kommunurnar
Nýggj Sandoyarferja er bygd
Undirsjóartunnil er gjørdur undir Vestmannasund
Gongd sett á undirsjóartunnil til Norðoyggjar
Berghol til Gásadals er liðugt
Nýtt Suðuroyarskip verður liðugt í ár
Ferjulega í Kalsoynni er í gerð
Nýggj ferjulega á Trongisvágsfirði er í gerð
Havnaútbygging í Vági er í gerð
Berghol millum Øravík og Hov er samtykt at byrja
Nýtt vaktarskip er bygt
Fullfíggjað føroysk tyrluskipan er sett í verk
24 mál er liðugt fyrireikað og klár at yvirtaka: Harundir Fólkakirkja, Løgregla, Rættarskipan, Útlendingamál og persónsrættur
Uppskot til føroyska grundlóg liggur klárt at fara til almenna viðgerð á flaggdegnum í ár
Við Hvítubók o.ø er okkara rættarstøða lýst út í æsir, eins og øll krøv til umsiting, lóggávu og búskaparliga tillaging til einar sjálvstøðugar Føroyar
Uppskot er gjørt til fullveldissáttmála
Okkara hermálsliga støða og samstarvsmøguleikar eru kannað við hjálp frá altjóða serfrøðingum
Løgtingið hevur fyri fyrstu ferð staðfest, at føroyingar eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti
Skúlamál, almenn forsorg, skipasýn og onnur mál eru komin undir føroyskt ræði og vit hava gjørt okkum 366 mió. kr. minni heft av donskum studningi
Stríðið um p-talið er av við nýggjari og einfaldari lóggavu til verju av persónsupplýsingum.
Lógarfest er, at dómarar og dómarafulltrúar við Føroya Rætt skulu duga føroyskt og kenna føroysk viðurskiftir
Hjúnarbandslógin er dagførd
Øll galdandi føroysk lóggáva við kunngerðum er løgd á lógdátubasa á internetinum
Krøv til føroyskt lógarsmíð eru sett í verk
Løgtingsins Umboðsmaður er settur á stovn
Føroysk fjølmiðlaábyrgdarlóg er liðug og send til hoyringar
Bankamálið er loyst
Undirgrundarmarkið við bretar er loyst
Lóg um deyðarevsing er tikin av
Søkt er um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum
Samstarvið í Útnorði er munandi styrkt og víðkað til at fevna um grannarnar fyri sunnan og vestan
Føroyar hava vunnið sær stóra virðing og áhuga millum onnur lond, síðani vit settu kós móti føroyskum fullveldi.
20. januar skal støða takast til, um vit skulu halda áfram
at byggja land ella vit skulu venda aftur til heimastýrið. Um
vit skulu velja framtíðina ella venda aftur til fortíðina
Vel framtíðina!
T J Ó Ð V E L D I S F L O K K U R I N




