Hóast nakrir dagar enn eru til Grækarismessu, so hava fyrstu tjøldrini í ár longu verið at sæð á Norðoyri í nakrar dagar.
Tjaldrið er ein av okkara flytifuglum. Men tað kemur meira enn so fyri at nøkur av teimum velja at vera í Føroyum alt árið. Soleiðis hava tvey tjøldur verið at sæð á Norðoyri allan vetur.
Men fyri nøkrum døgum síðani komu so tey, ið seinasta heyst valdu at flyta longur suður í lond, aftur á klettarnar.
Í morgun fangaðu vit hesi við myndatóli okkara, og ikki er at taka seg aftur í, at tað er eitt sindur hugaligari at síggja tey og at fáa enn eina váttan um, at tað gongur móti ljósari tíðum.




