Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Tjøldur tíðliga at síggja í ár

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Á einum túri sum eg var leygardagin, sá eg tjøldur í Hvalvík. Sunnudagin avmyndaði eg tjaldrið niðanfyri á einum skeri úti á Oyri. Vildi ikki koyra tað út beinan veg, tí kanska vóru hetta tjøldur, ið høvdu búleikast her alt árið. Men soleiðis er tað helst ikki, tí í gjár mánadagin 30. februar, segði Kristmar Andreassen úti á Oyri mær, at teir høvdu sæð fýra tjøldur við eitt seyðahús á Oyri. Í dag sá eg eisini ein stóran tjaldursflokk í Hvalví, so hervið verður teimum bjóðað vælkomin.