Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tobbi fingið fastatøkur um politisku “kúlur” løgmanns

John William Joensen

Tórbjørn Jacobsen hevur alment gjørt greitt at um ætlanin er at koyra hann frá sum landsstýrismann, so fer hann ikki at stuðla samgonguni og tí er rættuliga ósannlíkt at løgmaður fer at koma fram við nøkrum nýggjum í málinum um Kongshavnar Útgerðarfelag, siga eygleiðarar sum Norðlýsið hevur tosað við.

Sigast má at landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum, Tórbjørn Jacobsen, hevur nógv jørn í eldinum fyri tíðina.

Ivasom persónlig viðurskifti hjá Landsstýrismanninum hava seinastu mánaðarnar verið til viðgerðar í løgtinginum, Løgmannsskrivstovuni og í Fíggjarmálaráðnum.

Landsstýrismálanevndin
Landsstýrismálanevndin hevur havt málið til viðgerðar í longri tíð, men nevndin hevur valt at bíða eftir at løgmaður og fíggjarmálaráði eru liðug við sínar kanningar.

Á fundi í nevndini hósdagin 24. Apríl var málið til umrøðu – men var útsett til næsta fundin, sum enn ikki er ásettur.

Fíggjarmálráði

Meira enn hálvt ár eftir at rækjuskipið Napoleon varð selt í skiftirættinum, sendi Kongshavnar Útgerðarfelag inn umsókn til Fiskimálaráðið – at landskassaveðhaldið uppá 41 milliónir krónur (sum nú skuldu gjaldast aftur til Landskassan) kundu førast yvir á annað skip, sum felagið møguliga umhugsaði at keypa.

Hendan umsóknin var til viðgerðar í Fiskimálaráðnum , tá stjórin og eigari í Kongshavnar Útgerðarfelag, Tórbjørn Jacobsen, tók við sum Fiskimálaráðharri.

Málið var síðani flutt til Fíggjarmálaráðið og fyri einum mánaða síðan kom trý-mannanevnd til tað niðurstøðu at rættuliga ivasamt er um nevndin hevði heimild til at ganga umsóknini á møti.

Av tí at niðurstøðan var torrskild bað fíggjarmálaráðið nevndina um at koma við einari útgreining av svarinum og einki er síðani hent – uttan tað at fíggjarmálaráðið hevur rykt javnan eftir svari frá nevndini.

Løgmaður
Hettar er aðru ferð at løgmaður skal svara fyrispurningi í løgtinginum um persónligu viðurskiftini hjá Landsstýrismanninum.

Í fyrra svarinum vísti løgmaður á sínar avmarkingar sum kanningarleiðari – at hann m.a. ikki hevði heimildir sum t.d. ein dómarakanning.

Løgmaður segði í stutttum at einki bendi á at nakað óregluligt var farið fram og metti løgmaður tí ikki at Tórbjørn var óegnaður til embætið sum landsstýrismaður.

Hetta fekk Jacob Vestergaard at spyrja meira beinleiðis – men eygleiðarar, sum Norðlýsið hevur tosað við meta ikki at løgmaður fer at svara spurningunum, sum løgtingsmaðurin setur.

Útsøgnin hjá Tórbirni Jacobsen í sjónvarpinum, tá málið av fyrstantíð kom fram – har hann gjørdi løgmanni og samgonguni greitt at hann tók stuðul sín frá samgonguni – um ætlanin var at fáa hann frá sum landsstýrismann, merkja í veruleikanum at landsstýrismaðurin hevur tikið fastatøkur um politisku ”kúlurnar” hjá løgmanni.

Tí kann løgmaður ikki gera nakað uttan so at tað beinleiðis fær avleiðingar fyri hann og samgonguna.

Hóast eingin enn veit hvat liggur í svarinum frá løgmanni – so eru flestu eygleiðarar samdir um at neyvan nakað nýtt fer at koma fram í málinum – uttan so at andstøðan sjálv kemur við tí.

——————–

Niðanfyri endurgeva vit spurningarnar frá Jacob Vestergaard – sum løgmaður nú skrivliga skal svara í tinginum

Spurningarnir til løgmann vóru hesir:

1.
Metir løgmaður at landsstýrismaðurin í fiski- og tilfongismálum, Tórbjørn Jacobsen, hevur hildið ásetingarnar í § 1, stk. 2 í Kapitalvinningsskattalógini og § 37a, nr. 2 í Skattalógini, tá hann sum stjóri og partaeigari í familjufyritøkuni P/F Kongshavnar Útgerðarfelag, seldi partabrøv í P/F Atlanskolvetni út P/F Kongshavnar Útgerðarfelag, til sín sjálvan.

2.
Metir løgmaður at tað er sannlíkt, at Tórbjørn Jacobsen ikki kendi til prospektið viðvíkjandi P/F Atlanskolvetni, sum var undirskrivað 7. oktober 2004, tá hann 4. november 2004 seldi sær sjálvum partabrøvini í P/F Atlanskolvetni fyri áljoðandi.

3.
Hevur løgmaður kannað um partabrøvini í P/F Atlanskolvetni eru goldin P/F Kongshavnar Útgerðarfelag við reiðum peningi ella á annan hátt og um ikki, ætlar løgmaður so ikki at kanna, hvussu goldið var fyri partabrøvini.

4.
Metir løgmaður at Jógvan Amonsson er gegnigur at verða partur av kanningarbólkinum hjá løgmanni, tá sami Jógvan Amonsson hevði ein týðandi leiklut sum ríkisgóðkendur grannskoðari tá prospektið viðvíkjandi P/F Atlanskolvetni var undirskrivað.

5.
Metir løgmaður at Tórbjørn Jacobsen er gegnigur at umsita fiski- og tilfongismál, tá P/F Kongshavnar Útgerðarfelag, sum Tórbjørn Jacobsen er parteigari í, eigur týðandi ognir í P/F Dagsbrún, sum er ein av høvuðsaktørunum í tilfongisvinnuni, umframt at hann privat eigur partabrøv í P/F Atlanskolvetni.

6.
Metir løgmaður ongan gegnistrupuleika verða í, at landsstýrið, sum Tórbjørn Jacobsen er partur av, viðger umsókn frá P/F Kongshavnar Útgerðarfelag um at sleppa undan at gjalda landskassaskuld á góðar 41 milliónir krónur.

7.
Metir løgmaður at tað er rætt, bæði fyri rættarkensluna hjá føroyingum og álitið á politisku skipanina, at Tórbjørn Jacobsen, hvørs privata felag, P/F Kongshavnar Útgerðarfelag, sum hann hevur myndað, skyldar landskassanum fleiri enn 41 milliónir krónur, kann sita sum ráðharri í landsins stjórn.

————-

Viðmerkingar
Síðan landsstýrið var skipað, hava ymisk tíðindi verið at hoyra um landsstýrismannin í fiski- og tilfongismálum, Tórbjørn Jacobsen, og viðurskiftini kring P/F Kongshavnar Útgerðarfelag, sum hann er parteigari í.

Hetta førdi til, at løgmaður, eftir fyrispurning í Løgtinginum, fekk gjørt upprit um “gjøgnumgongd av málinum viðvíkjandi Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismanni í sambandi við Kongshavnar Útgerðarfelag”.

Uppritið, sum er undirskrivað av Marjun Hanusardóttir, Petur Albert Lamhauge, Jógvan Amonsson og Eyðfinni Jacobsen, er eftir øllum at døma gjørt við tí fyri eyga, at reinsa landsstýrismannin, Tórbjørn Jacobsen, tí niðurstøðan í uppritinum livur ikki upp til endamálsorðingina.

Løgmaður og omanfyri nevndu persónar, hava ikki umrøtt týðandi umstøður, sum eiga at verða tiknar við, tá finnast skal út av “um tað eru sannlíkindi fyri, at Tórbjørn Jacobsen tilvitað hevur selt sær sjálvum partabrøv í P/F Atlanskolvetni til undirprís”.

Tað kann staðfestast, at uppritið ikki viðger tað sum á fakmáli verður nevnt “krógva vinningsbýti “, sum er brot á Kapitalvinningsskattalógina og Skattalógina.

§ 1, stk. 2 í Kapitalvinningsskattalógini ásetir, at alt sum eitt felag útlutar partabrævaeigara, verður roknað sum vinningsbýti, tó eru frípartabrøv undantikin.

Hetta skal tryggja, at alt sum verður útlutað eigarum, fyrst verður skattað við 18% í partafelagnum, við partafelags- ella kapitalvinningsskatti, og síðan skal útlutingin skattast við 35% í vinningsbýtisskatti. Um ognir verða seldar partaeigara ella nærstandandi til undirprís, er talan um krógvað vinningsbýti, sum átti at verði skattað eftir nevndu lógargrein.

§ 37a, nr. 2 í Skattalógini ásetur “at skattskyldug (Tórbjørn Jacobsen v.fl.), sum hava tamarhald á løgfrøðiligum persónum (P/F Kongshavnar Útgerðarfelag), skulu í samband við uppgerð av skattskyldigu inntøkuni, nýta teir prísir og tær treytir í handilsligu ella búskaparligu viðurskiftum sínum við áðurnevndu likamligu og løgfrøðiligu persónar, sum høvdu verið nýttir, um talan var um viðurskiftir millum óheftar persónar, (armslongd prinsippið).

Tá talan er um at selja eina ogn hjá einum partafelag til ein partaeigara, er einasti máti at tryggja at § 1, stk. 2 í Kapitalvinningsskattalógini og § 37a, nr. 2 í Skattalógini eru hildnar, at ein meting av handilsvirðinum verður gjørd av óheftum metingarfólki við kunnleika til handil við ávísu ognini, í hesum føri partabrøvunum í P/F Atlanskolvetni.

Hetta er ein grundregla í skattaviðurskiftum, tí ein noyðist at finna út av, hvat handilsvirði hevði verið millum óheftar partar.

Tá Tórbjørn Jacobsen, sum stjóri og partaeigari í familjufyritøkuni P/F Kongshavnar Útgerðarfelag valdi at selja partabrøvini í P/F Atlanskolvetni til sín sjálvan úr P/F Kongshavnar Útgerðarfelag, var, eftir tí sum er komið fram, ongin óheft meting útvegað, og er hetta beinleiðis í stríð við ásetingarnar omanfyri.

Eftir stendur, at Tórbjørn Jacobsen, sum stjóri og partaeigari í P/F Kongshavnar Útgerðarfelag, hevði skyldu til at útvega eina óhefta meting av handilsvirðinum áðrenn handilin fór fram. At Eik ikki vildi lána felagnum meira pening við panti í partabrøvunum í P/F Atlanskolvetni, sum onkur vil vera við, er heldur ikki ein virðismeting av partabrøvunum.

At Marjun Hanusardóttir, Petur Alberg Lamhauge, Jógvan Amonsson og Eyðfinnur Jacobsen, ikki hava umrøtt hesi viðurskiftini í uppritinum er óskiljandi og sera órógvandi fyri rættartrygdina.

Øll umboða tey týðandi funktiónir í samfelagnum, sum borgarin má og skal hava álit á. Marjun Hanusardóttir, sum hægsta embætisfólk í fyrisitingini, Petur Alberg Lamhauge, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum, sum hevur TAKS undir sær, Jógvan Amonsson, ríkisgóðkendur grannskoðari, og Eyðfinnur Jacobsen, advokatur. Alt funktiónir, sum føroyingar skulu hava fult álit á.

Hevði tað ikki verið rættari og borga fyri størri trúvirði at lati kanningina upp í hendurnar á serkønum fólki, sum eru óheft av embætisverkinum, landsstýrinum og politisku skipanini?

Í uppritinum hjá løgmanni verður sagt, at prospektið viðvíkjandi P/F Atlanskolvetni ikki var alment kent fyrrenn 16. desember 2004, og at Tórbjørn Jacobsen tí ikki kendi til ásetta kursin, tá hann 4. november 2004 seldi partabrøvini í P/F Atlanskolvetni úr P/F Kongshavnar Útgerðarfelag.

Veruleikin er jú tann, at prospektið var kent tann 7. oktober 2004, tá tað var undirskrivað av pørtunum, P/F Grannskoðaravirkinum INPACT v/Jógvan Amonsson og Arndis Poulsen, P/F Atlantiv Petroleum (Atlanskolvetni) v/Wilhelm E Petersen og Kjartan Hoydal og P/F Kaupthing Virðisbrævameklarafelag v/Petur Holm og Evy Jacobsen.

Omanfyri nevndu persónar hava ikki allir tikið feil av dagfestingini. Dagfestingin skal vera tann dagin tá skjalið er undirskrivað.

7. oktober 2004 eigur P/F Kongshavnar Útgerðarfelag partabrøvini í P/F Atlanskolvetni, og kann tí illgruni verða um, at Tórbjørn Jacobsen hevur kent til ásetta kursin og framtíðar útlitini, tá hann tann 4. november 2004 seldi partabrøvini í P/F Atlanskolvetni til sín sjálvan.

Ein annar spurningur, sum hevur tikið seg upp, er hvussu Tórbjørn Jacobsen, tá hann keypti partabrøvini í P/F Atlanskolvetni úr kreppurakta felagnum P/F Kongshavnar Útgerðarfelag, rindaði fyri partabrøvini.

Tað framgongur ikki greitt hvussu flytingin millum P/F Kongshavnar Útgerðarfelag og privatpersónin Tórbjørn Jacobsen er farin fram, bert at partabrøvini eru seld fyri áljóðandi.

Hetta eru viðurskiftir sum eru løtt at kanna, og er tað sera umráðandi at hetta verður gjørt, so ongin illgruni er um, at aðrir kravánarar hava verið betur stillaðir enn landskassin.

Spurningurin um gegni hevur eisini verið frammið, bæði viðvíkjandi teimum sum hava kannað málið fyri løgmann; viðvíkjandi Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismanni, og viðvíkjandi øllum landsstýrinum, sum Tórbjørn Jacobsen er partur av.

Fyrisitingarlógin ásetur, at persónar, sum hava ávíst tilknýti til eitt mál, eru ógegnigir til at viðgera málið. Tí undrar tað ikki sørt, at løgmaður hevur valt Jógvan Amonsson sum ein teirra, sum kannaði viðurskiftini kring Tórbjørn Jacobsen, tá sami Jógvan Amonsson, sum ríkisgóðkendur grannskoðari, er grannskoðari hjá P/F Atlantskolvetni og hevði ein týðandi leiklut í framløguni av prospektinum fyri P/F Atlanskolvetni, har Tórbjørn Jacobsen, fyrst sum stjóri og parteigari í P/F Kongshavnar Ùtgerðarfelag, var partaeigari, og síðan privatpersóninum Tórbjørn Jacobsen.

Tá Tórbjørn Jacobsen í eini roynd at flyta áhugan frá málinum, almannakunngjørdi sínar privatu ognir, kom fram, at P/F Kongshavnar Útgerðarfelag, eigur týðandi ognir í P/F Dagsbrún, sum er ein av høvuðsaktørunum í føroysku tilfongisvinnuni.

Tí kann spurnartekin setast við um Tórbjørn Jacobsen er gegnigur at sita sum landsstýrismaður við fiski- og tilfongismálum. Eisini tí hann eigur partabrøv í P/F Atlanskolvetni.

Tað er sera umráðandi at privat áhugamál og politikkur verða hildin hvørt frá øðrum. Bara tað at spurnartekin kann setast við slík viðurskiftir, kann verða við til at máa álitið undan teirri politisku skipanini.

Í grannalondunum hava vit sæð, at ráðharrar, sum hava havt privat áhugamál innan greinar, sum koma undir teirra málsøkið, hava verið noyddir at sleppa sær av við privatu partabrøvini.

Tað var ikki av ongum, at starvsfólkini í táverandi Oljumálaráðnum vóru biðin um ikki at keypa partabrøv í P/F Atlanskolvetni, tí tá kundi spurnartekin setast við gegni hjá Oljumálaráðnum.

Tað kann eisini setast spurnartekin við, um landsstýrið, sum Tórbjørn Jacobsen er partur av, hevur gegni til at viðgera umsóknina frá P/F Kongshavnar Útgerðarfelag, um at sleppa at flyta landskassaskuldina á góðar 41 milliónir krónur yvir á annað skip.

Vit hava jú sæð, sum greitt er frá frammanfyri, hvussu tvey av landsins hægstu embætisfólkum, saman við løgmanni, hava mett um partabrævahandilin millum Tórbjørn Jacobsen og P/F Kongshavnar Útgerðarfelag, uttan at viðgera týðandi viðurskiftir hesum viðvíkjandi.

Hóast tað er trupult at ímynda sær, at ein slík umsókn kann verða gingin á møti og at tað er at undrast yvir, at hon er send landsstýrinum, skal hon hava eina sakliga viðgerð.

Ein sera prinsipiellur spurningur er skuldin hjá P/F Kongshavnar Útgerðarfelag á 41.435.000,62 kr. til landskassan.

At løgmaður í umrødda uppritið tilonkisger skuldina, sum stavar frá stuðulsláni í fiskifarinum Napoleon, givið við heimild í løgtingslóg, er átaluvert.

Her er talan um pengar hjá landskassanum, skattaborgarans pengar, sum Føroya Løgting, hevur sæð sera álvarsamt uppá, tá ymisk viðurskiftir viðvíkjandi stuðulslánunum hava verið til viðgerðar

Vit hava áður sæð, at persónar, sum eru útnevndir ella valdir til landsstýrismann, hava verið noyddir at greiða alla skuld til landskassan, áðrenn teir hava tikið við starvinum.

Hetta er eisini siðvenjan í londunum kring okkum, lond sum vit fegin vilja samanbera okkum við. Har hevði tað als ikki komið uppá tal, at ein persónur, hvørs privata felag skyldaði tí almenna 41.435.000,62 kr. var útnevndur til ráðharra í landsins stjórn.

Henda siðvenjan er grunda á, at borgarin skal hava álit á teirri politisku skipanini og skal føla seg tryggan við tær avgerðir, sum verða tiknar av landsins stjórn.

Hetta er onki minni enn grundarlagið undir rættarsamfelagnum.

Tí má løgmaður, sum hevur evstu ábyrgd, greiða løgtinginum og Føroya fólki frá, hví hann setur hesa sera týðandi siðvenju til viks, nakað sum ikki hevði komið fyri í okkara grannalondum, og framhaldandi letur Tórbjørn Jacobsen sita sum ráðharra í landsins stjórn.

A Løgtingi tann 14. apríl 2008.

Jacob Vestergaard.
løgtingsmaður.