Norðoyastevnudag kunnu fólk uppliva Toda Jónsson spæla aftur fyri KÍ. Todi verður við, tá gamlar KÍ-hetjur fara at dystast við dagsins KÍ-lið
Todi Jónsson flutti úr KÍ fyri 17 árum síðani. Hann leitaði heimaftur at spæla ein steypadyst í 1995, men annars hevur hann spælt í donskum og norskum fótbólti og má roknast sum besti føroyski fótbóltsspælarin nakrantíð.
Norðoyastevnudag leitar Todi heimaftur til Klaksvíkar at spæla fyri barndómsfelagið, sum hann altíð hevur havt eitt serligt samband við. Høvið er ein serligur Norðoyastevnudystir, har føroyameistararnir hjá KÍ frá 1991 fara at spæla ímóti dagsins KÍ-liði.
Millum spælararnar, sum vunnu føroyameistaraheitið við KÍ í 1991, vóru Jákup Mikkelsen, Jan Andreasen, Todi Jónsson, Allan Mørkøre, Jan Joensen, Sámal Eyðfinn Poulsen, Arnold Joensen, Kurt Mørkøre, Olgar Danielsen og Harley Bertholdsen.
Dysturin millum 91-liðið og Vodafoneliðið verður spældur í Djúpumýri sunnudagin kl. 15.00.




