Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Todi segði nei takk til tilboðið frá FCK

Oliver Joensen

Eftir at hava hugsa seg væl um, segði Todi Jónsson nei takk til seinasta útspælið frá FCK um nýggjan sáttmála við felagið

Todi sigur sjálvur á heimasíðu síni, at hann metir ikki at arbeiðið, hann hevur gjørt fyri felagið verður nóg mikið virt.
Hann hevur skorað nógv mál fyri felagið og nú hann hevur verið har í sama felag í 6 ár, vil hann hava at avrik hansara verða hægri virðismett og segði hann tí nei, til nýggja sáttmálauppleggið.
Hetta er ein álvarslig avgerð hjá Toda, tí hann hevur onga trygd fyri, at hann fær ein betri sáttmála við nakað annað felag áðrenn sáttmáli hansara gongur út í summar.
Todi sigur tó, at hann framvegis helst vil, at sáttmálaviðurskiftini við FCK koma upp á pláss.