Tað valdar tøgn umkring stjóraskiftið á strandferðsluni og í kjalarvørrinum fylgja fleiri leysasøgur
Fríggjadagin kom stutt tíðindaskriv frá Innlendismálaráðnum sum var soljóðandi:
Innlendismálaráðið og Regin Vágadal hava í dag avtalað, at hann fer úr starvi sum stjóri á Strandfaraskipum Landsins mánadagin 19.11.2007 at rokna, og tá verður fyribilsstjóri settur.
Hvørki Regin Vágadal ella Innlendismálaráðharrin hevur verið at hitta síðani og restin hevur fingið munnkurv á strandfaraskipum.
Sum Norðlýsið skilir er ein gjøgnumgangandi misnøgd á stovninum við ymisk viðurskifti – men søgurnar skifta alt eftir hvønn tú tosar við.
Innanhúsis fundur hevur verið í morgun og okkum er lovað at fáa okkurt at vita seinrapartin.




