Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Togtoganin fekk hjørtuni í kók

John William Joensen

– Eg má siga at tað var fantastiska flott at síggja hvussu menn verðurliga løgdu kreftirnar í og eg var fullkomiliga bergtikin av teimum, segði ein havnakona við Norðlýsið

Enn einaferð var tað Ågot sum fór avstað við sigringum men hesuferð leikaði hart á tí kappingin var sera jøvn.

Í finaluna kom manningin á Ågot móti besta tveyaranum "Dýrindal" sum gav kapping til málstrikuna.

Manningin á Westward Ho vann á Jóhannu og manningin á Jens Leon stóð seg eisini væl.

– Eg má siga sum er at hetta er fyrsta ferðin at eg havið upplivað eina togtogan – og eg bleiv púra bítt!, segði ein kend havnakona eftir spennandi finaluna.

– At síggja mennirnar spenna í og hvussu nógvar kreftir teir brúktu – var heilt fantasiskt.

– Teir skiftu lit í andlitunum – ja, ja eg var púra vekk í teimum.

Sí myndir