Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæri
Jógvan Kári Waag Jacobsen
f. 22. Nov. 1943 – d. 22. Aug. 2015,
andaðist og varð jaraður.
Takk til starvsfólkini á Klaksvíkar sjúkrahúsið fyri ta góðu umsorgan, tryggleika og menniskjasligheit, ið tit sýndu honum. Eisini ein hjartans tøkk til øll starvsfólkini á hotel Tórshavn, sum hava verið um hann, tær mongu ferðirnar, hann var har.
Takk til Hanus á Gørðum, prest, fyri vøkur og troystarrík orð.
Tøkk til tykkum øll fyri sýnda samkenslu á ein og hvønn hátt, og fyri alla ta hjálp vit fingu til jarðarferðina og ervið.
Tøkk til tykkum, sum fylgdu babba til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjuna vegna Elin K. Jacobsen




