Kringvarp Føroya hevur sett Hjallgrím P. Hentze í starv sum leiðara á Tøknideildini.
Hjallgrím er útbúgvin veikstreymsverkfrøðingur og hevur drúgvar arbeiðs- og leiðsluroyndir frá Føroya Tele, m.a. sum verkætlanarleiðari, deildarleiðari og fimm ár sum tekniskur stjóri.
Eftir at Føroya Tele varð býtt sundur, hevur Hjallgrím røkt leiðsluuppgávur í FT Fjarskifti. Seinastu tíðina hevur hann samskipað hýsingpartin, har Føroya Tele hevur rikið og hýst teldukervið hjá fyritøkum.
Hjallgrím P. Hentze byrjar í starvinum sum leiðari á Tøknideildini í Kringvarpi Føroya 5. januar 2015.




