Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tóku ikki av

Norðlýsið

Tað sá gott hjá Stjørnuni tá farið varð til hálvleiks í dystinum í dag móti StÍF í dag. Hálvleiksstøðan varð 16-11 til Stjørnuni.

Tá 8 minuttit vóru leiktir av seinna hálvleiki, var støðan 18-11 til Stjørnuna, men so kom stígur í hjá teimum. StÍF fór at mannsverja Duritu Ljósstein, og vísti tað seg, at Stjørnan hevði onki móttrek til, at Durita bleiv mannsvard. Ferð eftir ferð blivu mistøk gjørd í álopinum, og tað bleiv straffað við skjótum mótálopum frá StÍF. Sum hálvleikurin leið, minkaði munurin støðugt. Tað tiktist sum fjáltur kom á stjørnuleikarnar, m.a. blivu upplagdir málmøguleikar misnýttir. Tað sigur nógv um gongdina, at Stjørnan bert fekk fýra mál í seinna hálvleiki. Tá 27 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki javnaði StÍF til 20-20, og rættiligur spenningur var í dystinum, men fleiri mál komu ikki, og endaði dysturin sostatt javnur. Eitt úrslit stjørnuleikarnir als ikki kundu verða nøgdir við.

Tað sást á stjørnuleikarunum eftir dystin, at tær vóru ógvuliga vónbrotnar. Tær høvdu allar møguleikar at fáa fyrsta sigurin í hesum kappingarárinum, men tær tóku ikki av.

Bestu málskjúttar hjá Stjørnuni vóru Durita Ljósstein við 6 málum, meðan Jancy Jacobsen og Hervør Olsen skutu 3 mál hvør.

Hjá StÍF var besti málskjúttin Emmi I. Kass við 9 málum, meðan Birna T. Johannesen gjørdi 8 mál.

Harleyfacadeacryl