Jan Dam hevur fingið sekkin og HB skal vinna FM í 2017!
Fyrr í kvøld visti in.fo at siga, at HB venjarin Jan Dam hevði fingið sekkin sum høvðsvenjari í HB, hóast hann hevur eitt ár eftir av sáttmálanum.
– Vit hava verið kritiseraðir fyri at vera ov tolnir, og nú vilja vit eina broyting generelt. Vit fara seta meira ferð á. Vit hava ein nýggjan málsetning, og hann er, at vit vilja verða nummar eitt næsta ár, sigur Finnbogi Arge við in.fo
Hann sigur, at tað helst eisini fer at merkjast í hópinum, at felagið hevur nýggjan málsetning.
HB endar í ár á 5. plássi og tað er endastøðan, sum tey flestu væntaðu í januar-februar, meðan ein kanska kundi vænta meir, tá felagið stutt áðrenn kappingarbyrjan fekk Ára M. Jónsson, Fróða Benjaminsen og Øss Dalbúð afturat í hópin.




