Sigast má, at stórur munur er á einki at missa og at missa millum 33 og 56 prosent. Báðir boðberarnir siga seg hava tøl, sum eru váttað av Fiskimálaráðnum.
Tann 9. mars segði Kringvarp Føroya soleiðis í útvarpstíðindunum um nýskipanina av fiskivinnuni:
”Útvarpið hevur fingið váttað frá embætisverkinum í Fiskimálaráðnum, at einki av stóru reiðaríunum (tey eru JFK hjá Hanusi Hansen, Varðin, Christian í Grótinum ella Framherji), at einki teirra noyðist at minka um virksemið tá, ella um lógin kemur í gildi næsta ár.”
Hetta varð sagt í einum innslagi, sum snúði seg um, at fimm fakfeløg og ”lokali miðilin í Norðoyggjum” bygdu manngarð um Hanus Hansen, reiðara.
Í innslagnum varð sligið fast við 7 tumma seymi, at norðoyingar høvdu einki at óttast fyri, tí tað hevði Fiskimálaráðið váttað.
Men nú sigur Felagið Nótaskip, at felagið hevur roknað út (í samskifti við Fiskimálaráðið), at nótaskipini fara at missa heili 48 prosent av svartkjafti, 56 prosent av norðhavssildog og 33 prosent av makreli í 2018, um kvoturnar verða óbroyttar.
Ein lítlan part (í mesta lagið 15 prosent) av mistu nøgdini kunnu skipini bjóða uppá á uppboðssølu, og tað er bara fyri eitt ár ísenn.
Sigast má, at stórur munur er á einki at missa og at missa millum 33 og 56 prosent. Báðir boðberarnir siga seg hava tøl, sum eru váttað av Fiskimálaráðnum.




