– Tað er ein politisk avgerð at Toll- og skatt skal vera í Gøtu, men sum støðan er nú kann Toll- og Skatt ikki liva upp til politiska viljan, sigur Arnold Hjelm Nielsen, stjóri
Tað var Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri, sum avgjørdi at deildirnar hjá Toll- og Skattstovni í Klaksvík og Runavík skuldu savnast í Gøtu.
Eitt økið er planera í Norðagøtu har ein handils- og skrivstovu miðdepil skal byggjast og tað hevur alla tíðina verið ætlanin at samanlagda deildin skuldi húsast í hesum miðdeplinum.
Men, sum Norðlýsið skilir hevur ósemja verið um fermetraprísin og nú váttar stjórin á Toll- og Skattstovuni at teir ikki megnað at liva upp til politisku avgerðina hjá fyrrverandi landsstýrismanninum.
Hava mist tolið
– Tað hevur verið serstakliga trupult hjá okkum at fingið hølir til ein leigukostnað, sum landið vil gjalda.
– Arbeitt hevur verið við eini loysn í longri tíð, men nú er greitt at vit hava ein trupuleika um eingin avtalað verður gjørd áðrenn summarfrítíðina.
– Vit eiga í dag ein bygning í Klaksvík, men hann er ov lítil. Eitt uppskot um at seta eina hædd oman á bygningin er gjørt, men sum sagt er tað ein politisk avgerð at Toll- og Skatt skal vera í Gøtu.
– Fáa vit ikki hølini í Gøtu, so fara vit nú áðrenn summarfrítíðina at melda upp til politiska myndugleikan, at vit ikki eru førir fyri at liva upp til politisku avgerðina.
– Vit hava bíðja alt ov leingi og tí skal ein avgerð takast fyrsta dagin, sigur Arnold Hjelm Nielsen, stjóri á Toll- og Skatt.




