Nú gjørt er upp, hvussu nógv lesandi eru innskrivað í ár, er staðfest, at tóm pláss eru eftir, sum enn ber til at søkja.
Tey, sum hava hug at taka:
bachelor í orkuverkfrøði á Náttúruvísindadeildini
bachelor- ella masterlæru í politikki/umsiting á Søgu- og samfelagsdeildini
masterlæru í søgu á Søgu- og samfelagsdeildini
masterlæru í sosialvísindi á Søgu- og samfelagsdeildini
MA í West Nordic Studies – Governance and Sustainable Management á Søgu- og samfelagsdeildini
BA (hjánám) ella MA í føroyskum á Føroyamálsdeildini
… hava enn møguleika fyri at senda umsókn til Fróðskaparsetur Føroya til lestrarbyrjan í ár.
Farið verður undir lesnað í:
Orkuverkfrøði: mánadagin 17. August 2015.
Politikkur/umsiting, Søga og Sosialvísindi: mánadagin 7. September 2015.
Føroyskum: hósdagin 27. August 2015.
West Nordic Studies – Governance and Sustainable Management er júst byrjað.
Freistin at søkja er skjótast gjørligt.
Umsóknarbløðini við vegleiðing eru at finna her:http://setur.fo/upptoeka-2015/
Umsóknir skulu sendast til teldupostadressuna:lestur@setur.fo– ella til Fróðskaparsetur Føroya, J.C. Svabosgøta 14, FO 100 Tórshavn við hesum frámerki á brævbjálvanum: “Umsókn um tómt pláss”.




