Real Madrid styrkir seg sum vanligt við stórum profilum í summar. Toni Kroos hevur gjørt avtaliu, har Real skal gjaldaବ25m til Bayern Munchen.
Orsøkin til at upphæddin ikki er nógv hægri er, at Kroos bara hevur 1 ár eftir av sáttmálanum við Bayern Munchen, har partarnir seinastu tíðina ikki eru blivnir samdir um nýggjan sáttmála. Spanska blaðið Marca, sum vanliga er vælvitandi, tá tað kemur til tíðindir um Real Madrid, skrivar um avtaluna í morgun. Eisini ljóðar, at álopsleikarin Radamel Falcao innan stutta tíð fer at gera sáttmála við Real Madrid. Samráðingar eru í løtuni millum Monaco og Real Madrid.




