Tónleikur er fastur partur av norðoyastevnuskránni, og í ár er onki undantak. Umframt, at nógvur tónleikur verður partur av norðoyatiltakinum, sum verður stroymt, so verður ein forkunnug tónleikarundferð við Danny og Inga í dag.
Við einum væl útgjørdum ljóðvogni fara teir at hava seks ymiskar konsertir, har teir fara at framføra kend løg, sum m.a. “Kostbar” og “Tá ið eg síggi teg”.
Steðga verður á hesum økjum:
– Við fótbóltsvøllin undir Grashjalla kl. 12.00
– Geilin kl. 13.00
– Við nýggja spæliplássið niðan Horn kl. 14.00
– Við spæliplássið undir Klakki kl. 15.00
– Við spæliplássið á Jørundsgøtu kl. 18.00
– Við spæliplássið í Víkunum 19.00
– Húsið kl. 21.00



