Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tónleikaundirvísing fremur læring

skulatrod.fo

Børnum dáma væl tónleik, og vit síggja skjótt á smábørnum, hvussu tónleikur ávirkar tey. Gransking vísir, at tónleikaundirvísing hjálpir børnum og ungum at hugsavna seg, hon styrkir teirra arbeiðsminni og evnini at læra. Eisini styrkir tónleikaundirvísing samstarvi millum høgru og vinstru heilahálvu.

 

Tónleikur og sangur megna at siga søgur, skapa huglag og myndir, og tí er tónleikaundirvísing so umráðandi fyri grunddeildina. Hon kann vera ein dyggur stuðul í skúlagongdini hjá barninum. Tí er tað so ómetaliga gott, at tað eru undirvísarar frá tónleikaskúlanum, sum eru fúsir at undirvísa skúlanæmingum.

I dag fingu flokkarnir í grunddeild vitjan av Klaksvíkar Tónlistaskúla. Næmingarnir fingu innbjóðing til at tekna seg at spæla á okkurt ljóðføri komandi skúlaár. Undirvísingin er hálvur tími um vikuna, og seinni í árinum venja tey eisini at spæla saman.

Úrvalið av ljóðførum er sera stórt, má sigast, og alskins ljóðføri eru at velja ímillum. Tey kunnu læra at spæla á blokkfloytu, tvørfloytu, saxofon, violin, viola, cello, messingljóðføri, klaver, orgul, keyboard, guitar, el-bass, trummur og teori.

Meiri kunnig um Klaksvíkar Tónlistaskúla sæst her: https://www.musikkskulin.fo/musikkskularnir/klaksvikar-tonlistaskuli/

Harleywoodpaint