Kunnu 14 vakrar kvinnurøddir blandast við eitt meira larmandi hornorkestur við bassum, kornettum og trombonum ?
"Jú, tað meini eg avgjørt" sigur Ulf Nordlund, nýggi venjarin hjá Klaksvíkar Hornorkestri, "…og tí skal tað eisini roynast" leggur hann dent á!
Sum vit greiddu frá í Norðlýsinum herfyri, so verður konsertin nú leygardagin, 23. november í Ósá skúlanum. Skráin verður samansett soleiðis, at tað bæði verður framført í felag og hvør sær! Í kvinnukórinum Suð syngja 14 kvinnur. Leiðari er Steinvør Fonn.
Norðoya Sparikassi
Klaksvíkar Hornorkestur, ið hevur meira enn fimti ári á baki, fer á konsertini at skriva undir stuðulsavtalu við Norðoya Sparikassa. Tað er kostnaðarmikið at reka eitt fullmannað orkestur, og tí kemur ein stuðulsavtala væl við hjá hornorkestrinum! Sponsoravtala við hornorkestur er vanligt aðrastaðir í verðini, men í Føroyum er nýggja avtalan tann fyrsta av sínum slag.
Gunnar
Kenda røddin hjá Gunnar Nolsøe verður at hoyra á konsertini. Gunnar verður nevniliga frásøgumaður, ella konferencier sum tað kallast á útlendskum máli.
Kaffi og køkur
Í steðginum verður høvi at fáa ein kaffimunn og ein køkubita.




