Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Tónlistarskóli Árnesinga vitjar Klaksvíkar Tónlistaskúla

Jóhann Lützen

Í fjør vóru næmingar úr Klaksvíkar Tónlistaskúla á ferð í Íslandi, har teiri vitjaðu Tónlistarskóla Árnesinga á Selfossi.

 


Seinasta vikuskifti vitjaðu blokkfloytunæmingar og lærarar frá Selfossi so Klaksvíkar Tónlistaskúla. Íslensku og føroysku næmingarnir vandu saman og hugnaðu sær eisini.

Gestirnir sóu ymist í Klaksvík, m.a. Christianskirkjuna og kappróðrarneystið.

Vitjanin endaði við konsert í Varpinum sunnudagin, har næmingarnir saman við lærarum framførdu m.a. føroyskan og íslenskan tónleik.

Ein góð og gevandi vitjan.

Harleywoodpaint