Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tónlistaskúlin várkonsert í Miðhøllini

Jóhann Lutzen

Í kvøld kl. 19.30 skipar Klaksvíkar Tónlistaskúli fyri konsert í Miðhøllini á Skúlatrøð

Í kvøld kl. 19.30 skipar Klaksvíkar Tónlistaskúli fyri konsert í Miðhøllini á Skúlatrøð

Orkestrið Norðanvindar, sum fyri stuttum var við til eina norðurlendska stevnu í Danmark, spælir nøkur stykkir, strúkarabólkar spæla, eisini blokkfloytubólkur og tvørfloytubólkur.

Klaversolo verður á skránni og duett fyri 2 klaver, tað er kenda stykkið The Arrival of the Queen of Sheba, sum G.F.Handel hevur skrivað fyri orkestur. Eisini verður violinsolo, Meditation frá ‘Thais’ av J. Massenet, og tvørfloytusolo, Tanz der Seligen Geister, úr operuni Orpheus og Euridice av Gluck.

Øll eru vælkomin til konsertina.

Harleyfacadeacryl