Í morgun kl. 10 hevði Tony Paris sín fyrsta arbeiðsdag í KÍ 2006.
Hóast høvuðsvenjarin ikki hevur verið í Klaksvík fysiskt, so hevur hann síðani landskappingin endaði í fjørð verði í tøttum sambandi gjøgnum teldupost og telefon við leikarar og leiðslu í Klaksvíkar Ítróttarfelag.
Hjálparvenjarin, Dánjal Jákup Joensen og konditiónsvenjarin, Guttorm Sørensen, hava staði fyri venjingini í vetur, men í morgun tók skiparin sjálvur um róðri.
Byrjað var við kaffi og rundstykkjum har venjarin heilsaði upp á leikararnar.
– Fyri at siga sum er so havi eg glett met ótrúliga nógv til hetta. Eg hevði trupuleikar at sovan á sjómansheiminum í nátt tí eg lá og hugsaði um alt tað spennandi sum stendur fyri framman, segði Tony Paris m.a..
Tað var ein vælupplagdur høvuðsvenjari sum stóð á odda fyri venjingini í morgun og saman við honum var Paul Clapson, (onglendingur 22 ár) sum undirvenjingini spældi í álpinum.




