Nýggi høvuðsvenjarin hjá KÍ, Tony Paris, var um vikuskiftið á vitjan í Klaksvík at tosað við leikara, leiðslu og sponsorar.
Leygardagin tosaði hann við leikararnar í 1.deildarhópinum.
Eisini hevur hann saman við leiðsluni í KÍ sett út í kortið hvørjir leikarar skulu mynda fremsta liði hjá KÍ komandi ár.
Eisini var hann ein túr á Toftum leygardagin og hugdi eftir 2. liði hjá KÍ og sunnudagin gekk leiðin til Havnar at hyggja eftir dystinum í Gundadali.
– Tað var tíðiligt at síggja at KÍ liði hevði sett sær fyri at fáa eitt stig við heim og hóast tað ikki sá so pent út so arbeiddu teir fyri sakini og teir skulu hava rós fyri tað, segði Tony Paris.
Sunnukvøldi hitti Tony so unglingarnar hjá felagnum og fundaðist við leiðsluna út á náttina.
Á døgurða í dag fór ein væl nøgdur Tony Paris við tyrluni til Havnar at hitta onkrar nýggjar leikarar á máli og so víðari við tyrluni til vágar.
Síðani gongur leiðin aftur til Florida har lið hansara skal spæla ein týdningarmiklan dyst mikudagin.
Tá vit hittu Tony í morgun var lagið sera gott og hann hevði fingið nógv burtur úr stuttu vitjanini.
Hann bað okkum heilsa øllum norðoyingum og segði at hann gleddi seg til at koma heim aftur til Klaksvíkar at byrja arbeiði í KÍ.




